Ársaðalfundur 2015
Ársaðalfundur felagsins var hildin á Hotel Føroyum, leygardagin 18. Apríl 2015, kl. 13.00.
Limir felagsins møttu fjølmentir á ársaðalfundur, sum var hildin eftir viðtøkum felagsins.
Eitt mál var innkomið til ársaðalfundin, har ynski var lagt fram um broytingar í viðtøkum felagsins, málið fekk ikki undirtøku, og eru viðtøkur felagsins óbroyttar.
2 nevndarlimir stóðu fyri valið, Marjun Jensen og Joan Eilin Johansdóttur, sum báðar stillaðu upp aftur.
3 limir bjóðaðu teimum báðum av. Atkvøðu avgreiðsla var skrivliga, og fingu Marjun Jensen og Joan Eilin Johansdóttur flest stemmur, sostatt heldur nevndin fram við somu manning.
Nevndin skipaði seg beint eftir ársaðalfundur.
Nevndin
Ása Holm, forkvinna
Gurli Svartá, næstforkvinna
Halla Klein, kassameistari
Joan Eilin Johansdóttur, skrivari
Marjun Jensen, nevndarlimur
Tiltaksnevndarlimir
Katrin Joensen, Norðagøtu
Bergitta Hansen, Vágar
Her eru nakrar myndir frá fundinum og aftaná fundin, har limirnir hugnaðu sær.