Tíðindi

Ársaðalfundur 2018

Hervið verður boðað til ársaðalfund á Hotel Føroyum leygardagin 14. apríl 2018, kl. 15.00.

Kaffi/te og køka verður frá kl.14.30.

Skráin til ársaðalfundin er hendan:

  • Val av fundarstjóra.
  • Frásøgn um virksemi felagsins í undanfarna ári.
  • Grannskoðaður ársroknskapur fyri 2017, verður framlagdur til góðkenningar.
  • Val av nevndarlimum og tveimum tiltakslimum.
  • Ásetan av limagjaldi.
  • Ásetan av løn til formann, kassameistara og skrivara, umframt samsýning til nevndarlimir.
  • Møguligar lógarbroytingar.
  • Møgulig uppskot frá limum og nevnd.
  • Val av grannskoðara.
  • Ymiskt.

Uppskot til aðalfundin, skulu verða nevndini í hendi, í seinasta lagið 31. Mars 2018, kl. 12.00.

Ferðaendurgjald verður goldið beint eftir ársaðalfundin, til tær, ið koma av bygd.

Tíðarætlanin til ársaðalfundin:

kl. 14.30 Kaffi/te og køka stendur á buffet
kl. 15.00 Fundur byrjar
kl. 16.30 Steðgur við smoothies
kl. 17.30 Skemt við Riu og Súsonnu Tórgarð
kl. 18.30 Forrættur- jarðkneysasúpan, ravioli og snerkt eplir,
Høvuðsrættur- lambstjógv, glaceraðan perluleyk, gularøtir og rósumarinsós,
Dessert- rabarbusúpan, sjampagnuís og knas.
Sodavatn, vatn og 2 gløs av víni afturvið matinum, plus vín adlibitum, til tónleikatiltakið.
              Kaffi og tea verður afturvið dessertini.
kl 19.30 Tónleikur við Magna Christiansen.

 

Vit kunnu bjóða gisting Á Hotel Føroyum

Leygarnáttina í einkultkamari kr. 1080,- og dupultkamar kr. 1280,- íroknað morgunmat.

At gista 2 nætur, frá fríggjadag til sunnudag ella leygardag til mánadag er kostnaðurin í einkultkamari kr. 1800,- og dupultkamar kr. 2000,- tilsaman.

Møtið fjølment!

Vegna nevndina í Heilsuhjálparafelag Føroya
Mary Antonsdóttir
Forkvinna

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button
Close