Tíðindi
Bjarni Prior
Í hond og ond: Bjarni Prior fer at hava spennandi framløgu.
Bjarni Prior kemur úr einum starvi sum verkætlanarleiðari í privatu vinnuni. Sum verkætlanarleiðari í privatu vinnuni fevnir tú um alla fyritøkuna, og her ert tú við í tí mesta – og serliga teimum størru verkætlanunum. Hetta er arbeiði sum gongur við høgari ferð, ofta nógv fólk og nógv samskifti.
Sum borgarstjóri, í einum almennum starvi, eru heilt aðrar mannagongdir, aðrar spælireglur, og ein fyrisitingarlóg at fyrihalda seg til, og ofta er drúgv viðgerðartíð.
Sum borgarstjóri, er Bjarni eldhugaður, ósmæðin og ágrýtin. Hann torir at seta spurnartekin við status quo og at siga sína meining. Bjarni er visionerur, men eisini lágpraktiskur. At byrja við, var tað serliga tað tekniska økið, og barna- og ungdómsøkið, sum fyltu nógv. Men sum borgarstjóri verður tú drigin inn í øll mál, har tú eisini sær týdningin í einum góðum sálarligum arbeiðsumhvørvi á øllum økjum, og tí fyllir trivnaður hjá starvsfólki og borgarum nógv í hugaheiminum, og teimum verkætlanum sum liggja fyri dagin.
Ráðstevnan verður 27. oktober. Keyp atgongumerki á nlh.fo.
Skráin sæst her á síðuni.