
Borgarin er eitt menniskja og ikki bara ein uppgáva sum skal loysast
– Eg vóni, at boðskapurin, sum kom fram á ráðstevnuni um sálarliga arbeiðsumhvørvið, fer at liva leingi ímillum okkum – skilt á tann hátt, at vit fara at síggja eftirvirkningarnar staðfestar í arbeiðsumhvørvinum kring um í landinum, sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, sum herfyri skipaði fyri ráðstevnuni “Í Hond og Ond”
Hósdagin 27. oktober skipaði Heilsuhjálparafelag Føroya fyri væleydnaðari ráðstevnu um sálarliga arbeiðsumhvørvið. Ráðstevnan varð hildin í Norðurlandahúsinum, og hon er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum.
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, bjóðaði vælkomin, og segði eitt sindur um, hví felagið felagið fór í holt við at skipa fyri hesi ráðstevnu.
Hon vísti á, at arbeiðsplássið er ein týðandi táttur í okkara lívi og gera vit upp, brúka vit meiri tíð upp á arbeiðsplássið enn upp á familjuna.
– Umstøðurnar á arbeiðsplássinum skulu tí vera góðar. Vit skulu hava nøktandi løn, hóskandi amboð og passandi arbeiðsætlan og allar aðrar fyriskipanirnar, ið hoyra til eitt arbeiðspláss.
Forkvinnan reisti eisini viðkomandi spurningin:
– Men, hvussu er við tí sálarliga, og spyr nakar, hvussu vit í veruleikanum hava tað?
Mary Antonsdóttir vísti á, at á arbeiðsplássunum skulu øll renna skjótari og skjótari og fáa meira og meira burtur úr hvørjum tíma.
– Ja, satt at siga, skal sitrónin trýstast í botn, og tí er stundin komin til at viðgera hetta, segði forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum.
Stórar avbjóðingar
Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og formaður í Føroya Kommunufelag, sum setti ráðstevnuna.
Hann nevndi, at nú eldraøkið hevur verið kommunalt síðan hin 1. januar í 2015, og sálarliga arbeiðsumhvørvið er komið í føroyska lóggávu, ynskti Heilsuhjálparafelagið at taka pulsin av støðuni.
Eldraøkið hevur stórar avbjóðingar við rekruttering av starvsfólkum og at fasthalda starvsfólkum, og tí er neyðugt at venda sjóneykuna á tað sálarliga arbeiðsumhvørvið og fáa lýst tað fakliga væl og finna loysnir.
Tað vóru leiðandi serfrøðingar og lyklapersónar í føroyska og danska heilsuverkinum, og her ímillum borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, sum viðgjørdu evnið.
Øll skapa mentanina
Helen Eriksen, sálarfrøðingur, fyrilestrarhaldari og rithøvundur, var fyrsti fyrilestrarhaldari á ráðstevnuni.
Tað var rættiliga áhugavert at hoyra beinraknu framløguna hjá henni, har hon viðgjørdi evnir, ið mangan eru trupul at seta orð á.
Hon vísti á, at tað er ikki leiðarin einsamallur, ið hevur ábyrgdina av mentanini á arbeiðsplássinum, men her hava øll eina ábyrgd.
– Tað eru øll, ið starvast á einum arbeiðsplássi, ið skapa mentanina. Fyri nógv er tað trupult, tá broytingar henda. Starvsfólk brúka nógva orku upp á at halda fast í tað, ið var, men sum ikki kemur aftur.
Helen Eriksen nevndi eisini støðuna, tá vit møta ein starvsfelaga, ið er øðrvísi. Vit vilja helst hava, at øll eru eins og hava trupult við at góðtaka tey, ið ikki passa inn í tað, ið vit kalla normalt.
Vit verða øll fødd sum einstaklingar, men doyggja í nógvum førum sum kopiir, tí vit arbeiða alla tíðina upp á at passa inn og ikki blíva útihýst úr felagsskapinum.
Minni eftirlit – meira álit
Vinni Jakobsen, næstforkvinna fyri sosial- og heilsugeiran í FOA, umrøddi tað, sum tey eru farin í gongd við í Danmark, nevniliga at landið hevur játtað pening til at lyfta lønirnar hjá starvsfólkum í heilsugeiranum, og at øll skulu fáa løn undir útbúgving – eisini tey ungu, ið ongar royndir hava.
Hon umrøddi eisini nýggju eldralógina, sum er ávegis og sum leggur upp til minni eftirlit og meira álit. Somuleiðis vísti hon á, hvussu umráðandi tað er við ávísum frælsi, so borgarin sjálvur kann velja, hvussu tillutaða hjálpin/tíðin skal brúkast.
Fyri borgaran er tað umráðandi, at ikki ov nógv ymisk starvsfólk eru um borgaran, og í Danmark eru tey farin meira yvir til at skipa arbeiðið við at hava smærri lokal toymi.
Her verður lagt upp til, at møguleiki skal vera fyri fakligari sparring og tvørfakligum fundum í minsta lagi einaferð um vikuna.
Vinni Jakobsen nevndi eisini starvsfólkatrotið, og hvat kann gerast fyri at fáa fleiri starvsfólk – og fasthalda teimum í heilsurøktini.
At taka felags ábyrgd
Per Lange, fakligur stjóri í FOA, hevði eina framløgu um trípartasamstarv, og í framløguni greiddi hann frá tí, sum tey í hesum sambandi hava gjørt í Danmark.
Serliga vísti hann á avtaluna frá 1987 um arbeiðsmarknaðarpensjón, avtaluna frá 2007 um kvalitet/ góðsku/ dygd í almenna geiranum, avtalurnar undir korona og avtaluna um løn og arbeiðsumstøður 2022.
Avtalan frá 2007 um kvalitet/ góðsku/ dygd í almenna geiranum var eitt politiskt ynski um at fáa betri kvalitet og rekruttering av starvsfólkum.
Við hesari avtalu fingust fleiri starvsvenjingarpláss, seniorpolitikkur og tað, sum danir rópa “voksen elevløn”.
Fyrimunir við trípartaavtalum eru: At hond verður tikin um stórar samfelags avbjóðingar, tá øll eru við til at loysa uppgávuna og taka felags ábyrgd. Her slepst undan ósemjum og verkføllum, og her verður tryggjað, at øll verða hoyrd, eins og starvsfólk vísa rúmd og fleksibilitet.
Úrslitið verður, at vit fáa betri politiskar rammur og viðspæl til loysnir á átrokandi avbjóðingum viðvíkjandi løn- og arbeiðsumstøðum.
Strongd og einsemi
Heri á Rógvi, cand oecon, frá fyritøkuni Lóður, greiddi frá úrslitum í føroyskum kanningum um starvsfólkatrivnað.
Hann vísti á, at trivnaður hjá starvsfólki hevur ávirkan á, hvussu vit eru før fyri at virka í dagligdegnum.
Tað eru nógv viðurskifti, ið ávirka sálarliga arbeiðsumhvørvið, og eitt nú kunnu nevnast arbeiðsbyrða, feedback og menning, kunning og meining.
Heri á Rógvi segði, at strongd og sjúkrafrávera eru nøkur tekin um, at sálarliga arbeiðsumhvørvið ikki er optimalt.
Nakrir av teimum faktorum, ið eru við til at geva strongd, eru eitt nú, at starvsfólk ikki hava stundir at røkja arbeiðsuppgávurnar, og fólk vera ikki í nógv stóran mun tikin við upp á ráð, tá avgerðir skulu takast.
Tá hugt verður eftir kanningunum, ið Heri á Rógvi bar fram, var tað áhugavert at síggja, at tað er í tí yngra endanum, at fólk eru mest strongd.
Hetta kann eitt nú hava sína orsøk teirra fíggjarstøðu og bústaðarstøðu. Kanningarnar vísa eisini, at tað er millum tey ungu, at fólk eru mest tyngd av einsemi.
At lurta og stuðla
Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, tosaði á ráðstevnuni um trivna, ábyrgd og viðurkenning.
Hann legði dent á, at tað, tú sáar, er tað, tú heystar.
Hava vit ein ringan dag til arbeiðis, er umráðandi, at hetta ikki gongur út yvir starvsfelagan – eitt smíl ella eitt “góðan morgun” kann broyta dagin hjá einum, sum er keddur.
Bjarni Prior helt, at leiðarar skulu læra seg at lurta eftir starvsfólkunum, og at starvsfólk skulu læra seg at vera stuðlandi um leiðaran.
Hann vísti til eitt gott og sunt samskifti og á vitarnar- og hugskotsdeiling millum starvsfólk – og at fólk kunnu kenna seg trygga við tær uppgávurnar, tey eru sett at gera.
Faklig viðurkenning
Erika Anne Hayfield, PhD, lektari og varadekanur á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetur Føroya, hevði eina framløgu um vælferðarsamfelagið og fakliga viðurkenning.
Hon nevndi millum annað hetta við umsorganarkreppu, sum ítalusetir starvsfólkatrot og serliga útbúgvin starvsfólk.
Erika Anne Hayfield vísti á, hvussu umráðandi tað er at hava umsorgan fyri umsorganarstarvsfólki, eitt nú við at tryggja nóg nógva tíð til at veita dygdar umsorgan – og ikki bert sum eftir einum flutningsbandi.
Menniskju eru óloysiliga bundin hvør at øðrum gjøgnum umsorgan.
Viðurkenning av umsorgan vísir til eina støðu, har umsorgan og umsorganararbeiði verður valoriserað (økja virðingina) ájavnt annað slag av arbeiði.
Umsorganararbeiði er relatiónsgrundað og kensluligt arbeiði, har góð eldraumsorgan byggir á eina relatión og kennskap.
Hon segði, at umsorganarstarvsfólk mugu fáa viðurkenning fyri at geva viðurkenning.
Hon vísti eisini til hugtakið umsorganarfátækradømi og segði, at tað eru trý sløg av umsorganartørvi, persónligir tørvir, praktiskir tørvir og sosialir og kensluligir tørvir.
Erika Anne Hayfield nevndi hugtakið “heitar hendur”, ið vísir til praktiska partin av umsorgan og tigur burtur vitanargrundarlagið – at veita rætta umsorgan.
Sálarligt arbeiðsumhvørvi
Mona Maria úr Fugloy, Cand.Cur., sjúkrarøktarfrøðingur og leiðari á Heiminum við Vágna í Klaksvík, tosaði um sálarligt arbeiðsumhvørvi og trivnað sum samskapan og felagsskap.
Hon segði, at gott sálarligt arbeiðsumhvørvi vísir seg við glaðari starvsfólkum, betri góðsku í arbeiðnum, sunnari effektiviteti og minni fráveru.
Mona Maria úr Fugloy vísti til kanningar, sum eru gjørdar í Danmark um, hvussu stórur partur av monnum og kvinnum eru strongd í arbeiðnum og tað, sum hetta førir við sær av hjartaæðrasjúkum, ringum svøvni, sálarligari møði, tunglyndi og mani.
Beint eftir døgurða á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum spældi Hamradun, hamrandi og feitan rokktónleik, sprottin úr føroyska basaltinum.
Óivað best umtókti bólkur í Føroyum í løtuni setti her sín serliga dám á dagin við einari minikonsert, sum lyfti orkuna restina av degnum.
Mary tók samanum
Ráðstevnan endaði við, at forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum, Mary Antonsdóttir, tók samanum dagin. Hon legði dent á, at við áhaldandi at brúka hugtakið “heitar hendur”, eru vit við til at fasthalda retorikkinum, at røktarstarvsfólk eru tvær hendur og eingin heili, sum hon tók til.
Heitar hendur avspegla onga fakligheit, men eru viðvirkandi til at senda eitt signal um, at lønin hjá røktarstarvsfólkum skal liggja lægri enn hjá øðrum fakbólkum.
Hon helt tað vera so sera týdningarmikið, hvussu vit ítaluseta fakligheitina fyri at skapa virðing, sum eisini merkir hóskandi løn.
Mary Antonsdóttir vísti eisini á, at heitar hendur eru ein fyritreyt fyri at arbeiða á økinum, men hon helt ikki, at røktarstarvsfólk skulu definerast sum tvær heitar hendur.
Borgarin skal ikki hava so nógv skiftandi starvsfólk, men skal kunna siga, “vit síggjast í morgin”.
Hetta gevur tryggleika og betri samanhang í arbeiðnum.
– Latið okkum venda aftur til at hava meira tíð til borgaran, har arbeiðið byggir á álit og minni eftirlit, og har starvsfólk eru við til at mynda dagliga arbeiðið. Fyrst tá fáa vit nøgd starvsfólk og betri góðsku í arbeiðnum.
Mary Antonsdóttir helt ikki, at vit skulu ikki hava eina uppgávustýrda røkt, men heldur hava eina visitatión, ið er nærri borgaranum, og har vit síggja borgaran sum eitt menniskja heldur enn nakrar uppgávur ið skulu loysast.
Løn undir útbúgving
Forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum nýtti eisini høvi at heita á land og kommunur um at finna eina loysn í felag, so heilsuhjálparanæmingar fáa løn undir útbúgving, tí tørvurin at fáa útbúgvin heilsustarvsfólk er ovurhondsstórur.
At enda vísti hon til alt tað, ið kom fram á ráðstevnuni um sálarliga arbeiðsumhvørvið og segði seg vóna, at boðskapurin, ið kom fram á ráðstevnuni, fer at liva leingi ímillum okkum – skilt á tann hátt, at vit fara at síggja eftirvirkningarnar staðfestar í arbeiðsumhvørvinum kring um í landinum, alment sum privat.
Til seinast vil Heilsuhjálparafelagið enn einaferð takka fyri stuðulin frá
Betri, Lív, Hiddenfjord, Tórshavnar Kommunu, Skopunar kommunu, Tvøroyrar kommunu, Hvannasunds kommunu, Atlantic Airways, Hilton, Gómagott og Árstíðirnar.