Tíðindi

Samráðingar í skotgrøvum, ið onnur hava grivið

Heilsuhjálparafelag Føroya hevði fult hús í gjár, tá álitisfólkini hjá felagnum komu á fund.

Mary Antonsdóttir, forkvinna, kunnaði tey um støðuna, nú bæði felagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava vrakað semingsuppskotið.

Samráðingar eru ongantíð lættar, men hesa ferð eru tær órógvaðar av margháttligum krøvum, ið tykjast at koma frá Fíggjarmálaráðnum, ið ikki hevur samráðingarrættin á økinum.

Fíggjarmálaráðið gjørdi fyrr í ár sáttmála við nøkur av smærru og hægst løntu fakfeløgunum. Ein semja, ið er góð fyri tey allarhægst løntu, men sum eisini økir lønargjónna.

Tað margháttliga við hesi semju er, at hon eisini bindur øll tey feløgini, ið aktivt valdu ikki at samráðast um hana, eins og hon eftir øllum at døma bindur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, ið eisini trekti seg úr teimum samráðingunum.

Hetta er kanska størsta einstaka álop á fakfelagsrørsluna í nýggjari tíð.

Álitisfólkini eru í brennideplinum hvønn dag. Starvsfelagar, borgarar, arbeiðsgevarar og stúrin avvarandi forvitnast støðugt, um hvør støðan er. Tí valdi felagið at kunna um gongdina og avbjóðingarnar í samráðingunum.

Álitisfólkini góvu nevndini sín fulla stuðul, og tað gevur sjálvandi nevndini nýtt áræði og eldhuga at standa stinn í sínum krøvum.

Ein stórur meiriluti av fakfeløgunum valdu ikki at vera partur av semjuni hjá Fíggjarmálaráðnum. Tí má hendan semjan av okkara samráðingarborði, so samráðingarnar verða veruligar og frælsar.

Heilsuhjálparafelagið er greitt yvir, at eitt verkfall hjá limunum í felagnum rakar hart, og tí er vónin, at arbeiðsgevararnir fara at taka samráðingarnar í størri álvara, so tað ikki gerst neyðugt at fara í verkfall.

Hóast semingsuppskotið varð vrakað av báðum pørtum, so er samband enn millum partarnar.

Tað er heldur eingin loyna, at vaktarskiftið hevur verið í Fíggjarmálaráðnum, síðan lønardeildin framdi hetta álopið á fakfeløgini.

Nú umsitur ein flokkur, ið er sprottin úr fakfelagsrørsluni, økið. Tí er at vóna, at landsstýrismaðurin klatrar upp úr skotgrøvini, ið onnur hava grivið honum, og sleppur hesi royndini at taka samráðingarrættin frá fakfeløgunum.

Ítøkiliga snýr tað seg ikki bert um pening, men eisini um arbeiðsumstøður. Umsorganarøkið er niðurpínt av vantandi arbeiðsmegi, og batar mugu gerast fyri at fáa fólk í hesi størv, og ikki minst fyri at halda fólki í sínum størvum.

Tí er alneyðugt, at arbeiðsgevarin skilir álvaran og kemur til samráðingarborðið við loysnum heldur enn forðingum.

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button