Corona Semja
Corona semja
Við atliti til serstøku støðuna í Føroyum orsakað av corona virusinum verður hendan semja gjørd millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya. Talan er um eina fyribils semju, ið er galdandi frá 20. mars 2020 til 15. apríl 2020.
Semjan verður endurskoðað eftir tørvi, sum støðan í landinum broytist.
Verandi sáttmáli er galdandi við niðanfyristandandi undantøkum:
• Møguleiki er at leingja vaktirnar, so tær í mesta lagi verða 12 tímar, men tá eru seinastu 4 tímarnir at rokna sum yvirtíð. Fyri fastlønt starvsfólk verða hesar 12 tímars vaktir roknaðar soleiðis: Allir arbeiddir tímar fara í normin og tímarnir millum 8 og 12 geva 50% eyka til avspáking ella útgjald.
Fyri tímalønt verður vaktin roknað soleiðis: 8 vanligar tímar + 4 úrtíðartímar.
• Mest loyvda vikutímatal er 60 tímar íroknað yvirtíð, um ikki annað er avtalað í hvørjum einstøkum føri.
• Undantak verður givið til planlagt úrtíðararbeiði.
• Undantak verður givið til at heilsuhjálparar og heimahjálparar kunnu flytast millum deildir, har hædd verður tikin fyri førleikum og støðuni hjá tí einstaka.
• Hvílitíðin skal ongantíð fara niður sum 8 tímar um døgnið.
Heilsuhjálparafelag Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelagið