Tíðindi
Corona semjan ikki longur galdandi.
Í dag komu boð frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, at ætlanin er ikki at leingja Corona semjuna, hetta tí at farið er meir og meir aftur til at arbeiða sum vanligt á eldraøkinum.
Um so er, at Corona smittan ger um seg aftur, verður tørvur á Corona semjum, og tá kemur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið at venda sær til Heilsuhjálparafelag Føroya.
Heilsuhjálparafelag Føroya, vil takka limum felagsins fyri teirra stóra arbeiði, áhaldni og tolsemi hesa tíðina.