Tíðindi

Eitt ára sáttmáli er undirskrivaður

Heilsuhjálparafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hava í dag skrivað undir nýggjan sáttmála.

Við sáttmálanum hevur Heilsuhjálparafelagið vunnið ein týdningarmiklan sigur, við at Kommunula arbeiðsgevarafelagið slapp kravinum um avreiðing av verkfalsrættinum. Hetta var eitt stríð, ið felagið mátti taka, tí avleiðingin hevði verið lemjandi fyri fakfelagsarbeiði frameftir.

Eisini er tað eitt stórt stig rætta vegin, at okkara limir nú fáa úrtiðargjald á 50% eyka eftir 8 tímar. Hetta hevur verið eitt høvuðskrav hjá okkum seinastu nógvu samráðingarnar, og tað er tí ein sigur, at hetta nú er komið uppá pláss.

Talan er um ein eitt ára sáttmála, sum verður galdandi frá 1. oktober í fjør, til 1. oktober í ár.

Partarnir eru samdir um, at lønin hækkar 4,75 prosent, frá 1. oktober í fjør at rokna.

Eisini hækka nakrar viðbøtur. Fyri summar- og frítíðarlegur verður løn latin sum fyri vanligan arbeiðsdag, tó í minsta lagi átta tímar. Haraftrat verður eykaviðbót latin, svarandi til kvøldviðbót fyri 16 tímar um samdøgrið.

Er talan um leygar-, sunnu- og halgidagar, verður latin tvífald viðbót. Men viðbøturnar verða einans latnar, um talan er um frammanundan avtalaða og avmarkaða tíð, sum verður brúkt til leguuppihald.

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button