
Tíðindi
EITT KVØLD SAMAN VIÐ VALDINUM í FØROYUM.
Heilsuhjálparafelagið setti politiska valdinum stevnu í gjárkvøldið.
Forfólkini í øllum flokkunum, vórðu boðin til døgurða, har felagið var vertur.
Fyri at fáa ávirkan á politikkin í landinum, er neyðugt at møta valdinum í eygnahædd.
Tosað og samskift var alt kvøldið um øll viðurskiftir, ið ávirka gerandisdagin hjá starvsfólkum á umsorganarøkinum.
Trivið var í valskránna hjá ymsu flokkunum, við denti á okkara øki, samstundis sum vit løgdu okkara valynski fram.
Øll eru vit samd um, at íløgur mugu gerast í vælferðarøkið.
Vit fara at ynskja teimum øllum eitt gott val.
Pallborðsfundur verður í Auluni í Finsen í kvøld kl 19, har Fakfelagssamstarvið er vertur, og har tit øll eru vælkomin á kjakfund, har tit eisini fáa møguleika at seta forfólkunum í politisku flokkunum spurningar.
Heilsuhjálparafelag Føroya







