Tíðindi

Fakligur samleiki

Heilsuhjálparafelag Føroya hevur skipað fyri tveimum temadøgum, har evnið var fakligur samleiki. Undirvísingin var fyri limir og álitisfólk og var undirtøkan sera góð og vóru luttakararnir eldhugaðir og virknir.

Heilsuhjálparaútbúgvingin bleiv sett á stovn í Føroyum í 2001 og síggja vit týdningin í, at allýsa okkara fakliga samleika. Vit hava flutt okkum frá at vera heimahjálparar til heilsuhjálparar og veita vit professionella røkt og hava temadagarnir styrkt okkara fakliga samleika enn meir. Um vit ikki allýsa okkara útbúgving/samleika, so eru tað onnur ið gera tað og kanska ikki altíð til okkara fyrimun.

Skeiðshaldari var Mona-Maria Fugloy, Cand.Cur.

 

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button