Tíðindi

Fleiri sjúklingar á Landssjúkrahúsinum hoyra til eldraøkið

Á middegi í dag bórust tíðindi í Kringvarpinum um, at fleiri av sjúklingunum á B6, ið eru liðugt viðgjørdir heldur eiga at verða á røktarheimi ella í heimatænastuni.

Orsøkirnar til at sjúklingar eru langtíðar innlagdir á B6 eftir at verða liðugt viðgjørdir, eru vantandi røktarheims- og umlættingarpláss innan eldraøki.

At hesin trupulleikin ikki er nýggjur, verður staðfest í somu tíðindasending, og eru vit vælvitandi um trupulleikan. Tó halda vit ikki, at tað er nøktandi ikki at kunna bjóða fólki ta røkt teimum tørvar.

Eldraøkið hevur verið umsitið av kommununum síðan 1. januar 2015, og tí er tað nú uppgávan hjá kommununum at tryggja, at borgarar fáa mannsømilig kor,

Heilsuhjálparafelag Føroya vil heita á kommunurnar um at gera sína skyldu og tryggja, at teir borgarar, ið tørva røktarheimspláss fáa pláss. Um hetta ikki er møguligt, má samdøgursrøkt skipast í teimum økjum har hetta er neyðugt.

Felagið ynskir at síggja ein størri vilja frá politiska myndugleikanum, so at sleppast kann undan, at borgarar skulu liggja á sjúkrahúsi eftir at teir eru liðugt viðgjørdir.

Vinarliga

Mary Antonsdóttir, forkvinna
Heilsuhjálparafelag Føroya

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button
Close