Tíðindi

Formansval og nevndarval 2026

Tá freistin at stilla upp til formansval í Heilsuhjálparafelag Føroya, var úti 15. februar kl. 16, var bert eitt uppskot komið inn, og er tað sitandi forkvinna Mary Antonsdóttir.

Hetta merkir, at Mary Antonsdóttir heldur fram sum forkvinna komandi 3 árini.

Tá freistin at stilla upp til nevndarval í Heilsuhjálparafelag Føroya, var úti 15. februar kl. 16, vóru bert tvey uppskot til nevnd og eru tað sitandi nevndarlimir Ragna Vilhelmsdóttir og   Svenn Martinsson.

Hetta merkir, at tey eru afturvald sum nevndarlimir komandi tvey árini.

Tiltakslimir verða valdir á aðalfundinum.

 

Heilsuhjálparafelag Føroya

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button