Tíðindi

Frá vitjan á Boðanesheiminum

Á Boðanesheiminum skipar aktivitetstoymið í Tórshavnar kommunu fyri hugnaløtu fyri húsfólkunum á stovninum og húsfólkunum á Ellisheiminum. Fyrrapartin var eg so heppin at vera saman við teimum á Boðanesheiminum til eina hugnaløtu. ❤
Eg hugleiddi um ta tíðina, tá eg arbeiddi sum heimahjálp í Vági fyri 39 árum síðani og tíðina í Heimatænastuni í Havn og á Tjarnargarði.
Eldraøkið hevur verið fyri nógvum broytingum hesu nógvu ár. Tá heimahjálparaskipanin varð sett á stovn í 1973, kravdist eingin útbúgving fyri at gerast heimahjálpari, men tørvurin var stórur.
Eg fortaldi um ta fysta heimahjálpina í Føroyum, Thomasia Matras, sum var á sínari fyrstu vakt, hjá einum pari, frá kl 9 til 13. Tá klokkan var við at vera 12, sigur konan í húsinum, Thomasia, vit hava knettir til døgurða og tú etur saman við okkum”. Tá mátti Thomasia svara, “eftir reglugerðini hjá okkum, sum er umsett úr donskum, má eg einki njóta inni hjá brúkaranum”. Tá rópar maðurin, “sovorðið fjas, vit eta ikki, uttan tú setur teg at eta við okkum”. Thomasia breyt sostatt reglugerðina á sínum fyrsta arbeiðsdegi og fortaldi tað, aftaná loknan arbeiðsdag, fyri heimahjálparaleiðaranum. Tað fekk tíbetur ongar keðiligar avleiðingar fyri hana. 😊
Í 1974 byrjaði útbúgvingarskeiðini fyri heimahjálparar. Fólk frá Socialministeriinum komu til Føroyar fyri at leggja lag á.
Tímatalið var umleið 200 tímar í hesum lærugreinum: Sálarlæra, sjúkrarøkt, matlæra, fyrstahjálp, sjúkralega, arbeiðs- og lyftihættir, sjónbrek, samfelagslæra, brúkarakunning, tilfarslæra, oljufýring, bøta klæðir og sosiallæra.
Fyrr kundu brúkarar fáa tillutað uppí 8 tímar um dagin, og kundi heimahjálparin vera inni hjá eldri fólki, tá tey avvarðandi vóru til arbeiðis.
Um heysti kom mangan fyri, og var tað ikki óvanligt, at ein tók klæðir hjá brúkaranum heim við at vaska og bøta. Alt fyrifallandi arbeiði bleiv gjørt og ongar reglur vóru fyri hvat ein skuldi og ikki skuldi gera.
Var rútur í húsinum brotin, var ikki óvanligt, at heimahjálparin skiftið rútin. Heimahjálparin bakaði breyð, vaskaði ull, tók eplir upp, gav heimalambinum, skifti dysu á oljufýrinum, málaði og mangt annað.
Eg var eisini so heppin at heilsa uppá Gunnleif Dalsgarð, fyrrverandi formann í Starvsfelagnum og Maluna Zachariassen, sum arbeiddi í 20 ár sum heimahjálp í heimatænastuni í Havn.
Gunnleif hugleiddi eitt sindur um tíðina sum fakfelagsformaður og eitt av verkføllunum í 1990’unum.
Malan fortaldi um tíðina sum heimahjálp, at hon ofta fekk tillutað teir tungu brúkararnar, tí hon var kropsliga sterk. Har vóru eingi hjálpitól, røktarsengur ella nakað sum kundi lætta um arbeiðið, so tað má mangan hava verið tungt og strævið. Hon arbeiddi 40 tímar um vikuna og tað var eingin trupulleiki, at megna tað. Hon hevði umleið 6 brúkarar á vaktini.
Tá bleiv visiterað í tímum og nú verður visiterað í minuttum og merkir tað sostatt, at starvsfólk mugu renna skjótari og hava styttri tíð til uppgávurnar.
Arbeiðið er nógv broytt hesu árini, frá at vera eitt slag av húshjálp til persónliga røkt. Vit liva longur og tí eru tær uppgávurnar ið verða framdar í dag, meiri kompleksar, enn fyri 30 árum síðan og tískil var tað ein av orsøkunum til, at mann flutti seg fakliga, frá heimahjálpara til heilsuhjálpara.
Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button