![Rósely Reynstind](https://hhff.fo/wp-content/uploads/2023/10/nyggjur-skrivari_01-780x470.png)
Tíðindi
Skrivari
Rósely Reynstind er sett í starv sum skrivari í Heilsuhjálparafelag Føroya.
Rósely er 57 ár og ættað úr Miðvági. Hon er útbúgvin skrivstovukvinna og hevur drúgvar og fjøltáttaðar royndir í umsitingarligum, umboðandi og fyriskipandi uppgávum.
Við royndum sum skrivari, bókhaldari, málsviðgeri, er Rósely væl skikkað til starvið hjá felagnum.
Vit í Heilsuhjálparafelag Føroya ynskja henni hjartaliga vælkomna og ynskja henni hepna hon í arbeiðinum.
Heilsuhjálparafelag Føroya