Fráboðan um at stilla upp til nevndarval og onnur val
Nevndarval og onnur val til aðalfund felagsins 22. mars 2025
Sambært viðtøkum felagsins § 13, stk. 6 til stk. 8, verður boðað frá, at uppskot til nevndarlimir, skulu verða skrivstovu felagsins í hendi, í seinasta lagi 15. februar 2025 kl. 16.00.
Uppstillað verður á tann hátt, at boðað verður skrivstovu felagsins skrivliga frá, um limur sjálvur ynskir at stilla upp. Um limir stilla annan lim upp enn seg sjálvan, skal hetta gerast saman við skrivligari váttan frá tí uppstillaða, og skulu hesi uppskot vera felagnum í hendi í seinasta lagi 15. februar 2025 kl.16.
Onnur uppskot, Vísandi til viðtøkur felagsins, § 13, stk. 6, skulu uppskot til viðgerðar á aðalfundinum vera nevndini skrivliga í hendi í seinasta lagi 15. februar 2025 kl. 16.00.
Nevndin