Tíðindi

Fráfaringarhald á Sambýlinum í Vági

Mikudagin tann, 27. septembur 2017 var samkoma á Sambýlinum í Vági, Bú- og Heimatænastan í Suðuroy heiðraði trimum starvsfólkum fyri langa og trúgva tænastu.

Starvsfólkini vóru Sólrun Lisberg í Sumba, Elin Hjelm í Vági og Ninna Christiansen í Vági, ið hava starvast sum heilsuhjálparar í eldratænastuni í Suðuroy.

Sólrun hevur starvast í 41 ár, Elin í 32 ár og Ninna í 23 ár, nú tær gevast vegna aldur. Tær byrjaðu fyrst sum heimahjálparar í útiøkinum, tey síðstu árini hava tær arbeitt á Sambýlinum í Vági.

Í hesum sambandi blivu talur hildnar, blómur og gávur handaðar.

Umboð fyri Heilsuhjálparafelag Føroya hevði ikki møguleika at møta á samkomuni, íð hildin var á Sambýlinum í Vági tann dagin.
Felagið heiðraði limunum fyri langa og trúgva tænastu á Hotel Bakkanum í Vági, har felagið bjóðaði til ein betri bita, og handaði
blómur og gávur. Tíverri var Sólrun Lisberg burturstødd tann dagin.
Fleiri myndir eru niðanfyri.
Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button