Tíðindi

Fundur um førleikameting í Heilsuhúsinum Tórshavn

Umhugsar tú at lesa til Heilsuhjálpara,  vilt tú vita meira um hvat skal til fyri at fáa eina førleikametan?

OBS Nýggj staðseting

Kom í Fundarhølið í Heilsuhúsinum, Brekkutún 1, 188 Hoyvík

  1. september 2023  kl 13.30

Umboð frá Heilsuskúla Føroya koma at greiða frá um hvussu ein verður førleikamettur, og soleiðis  kann fáa góðskrivað part av starvsvenjingini, og taka útbúgvingina sum heilsuhjalpari  uppá styttri tíð.  Eisini verður greitt frá um heilsuhjálparaútbúgvingina.

Hevur tú starvsroyndir innan heilsuhjálparaøkið og ert yvir 25 ár, kanst tú søkja um førleikameting og fáa ein part av ella møguliga allan starvsliga útbúgvingarpartin til heilsuhjálparaútbúgvingina góðskrivaðan.

Hevur tú tær røttu starvsroyndirnar, kanst tú taka ástøðiliga útbúgvinginarpartin út í eitt og gerast heilsuhjálpari eftir einum hálvum ári, lutvíst við undirvísing á skúlanum og lutvíst við fjarundirvísing.

Vanliga tekur heilsuhjálparaútbúgvingin 15 mánaðir, sum umfatar bæði skúlagongd og verkliga læru.

Heilsuskúli Føroya tekur upp umsøkjarar til heilsuhjálparaútbúgving  í april 2024.

Freistin at søkja  um at verða førleikamett, verður umleið hálvan januar 2024.

Tú kanst lesa meira um at verða førleika mett her https://vegleiding.fo/226

Tú søkir um førleikameting til heilsuhjálparaútbúgving á heimasíðuni hjá Vegleiðingarstovuni, við at

útfylla frymilin, ið er at finna her: https://vegleiding.fo/175

Vælkomin 😊

 

 

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button