
Fundur við borgarstjóran
Heilsuhjálparafelag Føroya var á fundi 16. november við Heðin Mortensen borgarstjóra í Tórshavnar kommunu og formann í Kommunufelagnum.
Tosað var um viðurskiftir hjá starvsfólkunum á eldraøkinum í TK og eisini um avbjóðingarnar á eldarøkinum úti í ymsu kommununum.
Borgarstjórin vísti á, at Tórshavnar kommuna hevur samtykt at játta eina millión krónur til at seta tvey starvsfólk at arbeiða við aktivitetum til búfólk á eldraøkinum, og at játta fýra milliónir til økta normering á røktarøkinum
Heilsuhjálparafelagið hevði eitt ynski um, at allar vaktir verða uppnormeraðar til 8 tímar, sambært okkara sáttmála og ta arbeiðið er farið í gongd.
Forkvinnan kom inn á arbeiðsumstøðurnar og førdi fram, at hyggjast má eftir tyngdini í arbeiðinum og at sett verður ein starvsfólkanormering eftir tyngdini. Har eru amboð til nettupp ta arbeiðið, har ergoterapeutar gera eina APV (arbejdspladsvurdering) Tað er at undrast yvir, hví tað arbeiðið ikki er farið í gongd fyri langari tíð síðan og kunnu vit vísa á, at hesin hátturin verður nýttur í Danmark.
Heilsuhjálparafelagið vildi hava at vita, hvat mann ætlar við øllum teimum tímaløntu starvsfólkunum.
Tosað var um, at eggja teimum at fara á Heilsuskúlan og nema sær útbúgving, men tey sum ikki ætla sær at fara í skúla, eiga ikki at arbeiða sum tímalønt í áravís, men eiga at verða sett í fast starv og tá tosa vit ikki um tíðaravmarkað starv. Ein arbeiðsgevari eigur at tryggja øll síni starvsfólk og tað tók borgarstjórin fult undir við og ta arbeiðið er byrjað.
Hetta var ein góður og konstruktivur fundur, har nógv viðurskiftir vórðu vend.
Heilsuhjálparafelag Føroya