Tíðindi

Fundur við Javnaðarflokkin

Fundur við Javnaðarflokkin.

Javnaðarflokkurin heitti á Heilsuhjálparafelag Føroya, um at koma á fund og greiða frá avbjóðingunum á eldraøkinum og hvat ið kann gerast, fyri at betra um støðuna.

Felagið var á fundi í dag og fekk høvið til at greiða frá teimum viðurskiftum, sum vit longu hava víst á undan Løgtingsvalinum og ígjøgnum longri tíð. Tað var ein góður og uppbyggjandi fundur, har vit kjakaðust aftur og fram, um møguleikar og loysnir.

Eldraøkið er dýrt at reka, men skal mann bert hugsa í krónum og oyrum og tølini á botnlinjuni ella skal borgarin vera í miðdeplinum? Verður eldraøkið raðfest nóg ovarliga?

Her eru fleiri viðurskiftir, ið mugu ganga upp í eina hægri eind, um hetta økið skal vera lív lagað og hava eina ávísa dygd. Vilja vit hava kvalitetsrøkt ella lappaloysnir?

Í fremstu raðfesting er lønarspurningurin. Lønin má hækka nógv meir, enn tað tann almenni lønarkarmurin leggur upp til. Lønin er alt ov lág og als einki lokkandi fyri ung fólk at nema sær útbúgving til heilsuhjálpara, sum hava eitt hav av útbúgvingarmøguleikum at velja ímillum.

Starvsfólkanormeringin er ov lág nógvastaðni. Tað ger at starvsfólk verða skjótari strongd og tænastan til borgaran versnar. Hava starvsfólkini tað gott, so hava borgararnir tað eisini gott. Vit skjóta upp, at tað verður gjørd ein normering við lóg, ið tryggjar eitt ávíst høgt fakligt støði. Vit síggja ferð eftir ferð, tá sparingar eru, at tað verður klípt av vaktum, hóast okkara sáttmáli greitt sigur 8 tímars arbeiðsdag.

Menniskjan livir ikki av breyði eina, sambært tørvsvarðanum hjá Maslow. Fyri at okkara gomlu skulu hava ein góðan og innihaldsríkan gerandisdag, er neyðugt at hugsa um eina heildarrøkt, tað vil siga, ikki bert eina turra blæu, heilivág og mat, men má sálarligi tørvurin eisini nøktast, so okkara gomlu, ið eru okkara mammur, abbar, gubbar og systkinabørn, ikki sita og stara í tóman heim. Hetta eru menniskju vit eru góð við. Lívið má hava eitt innihald, so leingi vit eru her á jørð , ið tann mun tað ber til.

Umsorgan er lyklaorðið ið okkara útbúgving, men tíðin røkkur í nógvum førum ikki til annað enn ta grundleggjandi røktina.

Steðgið við at byggja hesi stóru og stásiligu heimini, um tað ikki er ráð til innihaldið, nevniliga tey gomlu. Vandin er at tað so blíva “goymslustøð” ístaðin fyri eitt heim, ið er fjálgt og gott, har starvsfólk og búfólk trívast.

Tá starvsfólk verða sjúk, er ofta trupult at fáa fólk at dekka vaktirnar og tá mugu starvsfólk renna enn skjótari og gera sítt arbeiðið, umframt arbeiðið hjá tí ið er sjúkur. Vit skjóta upp, at starvfólkini býta lønina ímillum sín, sum eina gularót, um ikki ber til at fáa avloysara inn at taka vaktina hjá tí sjúka.
Arbeiðsvikan eigur við lóg at styttast niður í 35 tímar. Okkara limir arbeiða allan sólarringin og eru sostatt ein útsettur bólkur, bæði fysiskt og sálarliga. Øll starvsfólk ið arbeiða í vakttungum størvum, eiga at arbeiða styttri arbeiðsviku.

Lógin um hvílitíð verður ikki yvirhildin, við 40 tímars viku, tá ein arbeiðir í vaktum.

Tað eigur at vera ein rættur hjá øllum starvsfólkum, at sleppa at arbeiða fulla tíð og at kunna megna at forsyrgja sær. Størv skulu lýsast sum fulltíðarstørv og ikki sum nú, har flestu størv eru við niðursettari tíð. Tað er ein stór andsøgn í, at okkara limir ikki sleppa á fulla tíð, nú starvsfólkatrotið er methøgt.

Við einum parttíðarstarvi er pensiónsuppssparingin lægri, og er tað eitt bakkast fyri javnstøðuna. Meirilutin á eldraøkinum eru kvinnur ið arbeiða á hesum økinum og eru sostatt verri stillaðar og tað eiga vit sum samfelag ikki at góðtaka.

Heilsuhjálparafelag Føroya fegnast um, at okkara uppskot, løn undir útbúgving, hevur vunnið frama millum politikar og at Mentamálaráðið arbeiðir við uppskotinum. Um hetta gerst veruleiki, fer tað uttan iva at viðvirka til, at fleiri fólk fara at nema sær heilsuhjálparaútbúgving. Vit mugu fáa ung fólk til hetta týdningarmikla økið.

Sambært okkara nýggjastu hagtølum frá í dag 15. januar, sum eru gjørd útfrá teimum 708 limunum ið eru skrásettir á okkara limaportali, so er størsti starvsfólkahópurin, starvsfólk frá 51 til 67 ár. Hetta eru sera døpur tøl og álvarsamt fyri eldraøkið og tískil má okkurt gerast beinanvegin. Løn undir útbúgving ger tað ikki einsamalt, men saman við hægri starvsfólkanormering, væl hægri løn, styttri arbeiðsviku og rættinum at arbeiða fulla tíð, so koma vit á mál og hava nakrar karmar, ið vit sum samfelag kunnu vera errin av, men tað krevur pening og spurningurin er so, vilja vit brúka tann peningin til eldraøkið ella?….. Tann spurningin seta vit okkara fólkavaldu politikarum.

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button