Tíðindi

Gerandisrehabilitering um parkinson

Í døgunum 25-28. september, skipaði Heilsuhjálparafelag Føroya fyri stórum tiltaki/gerandisrehabilitering um parkinson. Tiltakið byrjaði týskvøldið 25. september við at danski instruktørurin Marianne Valentin undirvísti í Parkinson Ballroom Fitness/dansi. Í døgunum 26-28 september, skipaði felagið fyri umfatandi skeið um parkinson rehabilitering, Finn Egeberg Nielsen undirvísti.

Heilsuhjálparafelag Føroya fegnast um hendan møguleikan, at geva limunum hendan møguleikan at førleikamennast, so teir eru væl ílatnir til at taka sær borgarum við parkinson. Væntandi økist lívsvirðið hjá borgarunum, við teirri vitan, skeiðsluttakararnir hava nomið sær hesar dagarnar.

Nevndin vil eisini takka teimum borgarum við parkinson, ið luttóku á skeiðnum, tá ástøðið bleiv samantvinnað við veruleika.

Heilsuhjálparafelag Føroya ynskir at takka øllum, sum á einhvønn hátt hava hjálpt til, so at skeiðið kundi gerðast veruleiki.

Á myndunum síggja vit eina vælnøgda forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, handa skeiðsluttakarunum prógv og reyða rósu.

Myndir trýst her.

Luttakarar á skeiðnum saman við skeiðshaldaranum Finn Egeberg Nielsen vóru:

Silvurlín Breiðaskarð
Sunniva Simonsen
Edith Holm í Trøðini
Fríðhild Winther
Wilhelmina Magnussen
Marjun Petursdóttir Jensen
Ann Tausen
Ása Olsen
Maud Askham
Lydia Juul
Jacoba Torgunn Winther
Agnes McIntosh
Irdi Andreasen
Karolina Danielsen
Petra Haraldsen
Ann F. Obradovic
Kærnø Neshamar
Nelsi Sigurdsdóttir
Kirstin Djurhuus
Jensina av Húsabrúgv
Svenn Martinsson
Ragnhild Rasmussen
Estrid Simonsen
Judith Olsen
Apollonia Gunnarstein Syderbø
Annfríð Høgnesen
Poula Jørgensen
Meta Dahl
Ingrid Nielsen
Mary Antonsdóttir

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button