Tíðindi

Góðan stríðsdag, tit allar fantastisku kvinnur!

Allan sólarringin, 365 dagar um árið, gerandisdagar sum høgtíðsdagar, (eisini í dag, stríðsdagin),fara kvinnur til arbeiðis fyri at tryggja, at okkara gomlu, sjúku og veiku, fáa umsorgan, røkt og stuðul.
Eitt gevandi arbeiði, men har javnstøða haltar í stóran mun!
• Javnstøða er ikki 0.7 starvsbrøkur
• Javnstøða er ikki eftirlønarmissur á 1.4 millión yvir 45 ár
• Javnstøða er ikki ein arbeiðsdagur á 6 tímar
• Javnstøða er ikki, at eitt kvinnudominerað fak framvegis hevur lægri status og løn, í mun til onnur fak.
• Javnstøða er ikki, at umsorganararbeiðið verður tikið fyri givið, tí tað søguliga er/hevur verið arbeiðið hjá kvinnum.
• Javnstøða er ikki, at starvsfólkini/kvinnurnar í umsorganarøkinum, mugu renna skjótari og skjótari, fyri at fáa gerandisdagin/vaktirnar at hanga saman.
• Javnstøða er ikki, at parttíðararbeiði er normurin, sjálvt fyri tey, sum ynskja fulla tíð.
• Javnstøða er ikki, at fakligheit verður pressað av minuttyrraniið, til at loysa uppgávur.
• Javnstøða er ikki, at vit tosa um virðing og tign fyri okkara gomlu, men gloyma virðingina og tignina í arbeiðsumstøðunum.
• Javnstøða er ikki, at tey týdningarmiklastu vælferðarøkini framvegis stríðast við rekruttering, tí korini ikki eru nóg góð.
• Javnstøða er ikki, at umsorganararbeiði verður virðismett sum nakað ”natúrligt”, ístaðinfyri sum skikkað fakligheit.
Stríðið heldur áfram fyri betri korum og eg kann svara fyri meg, at eg gevist ikki á hálvari leið!
Góðan stríðsdag, tit allar fantastisku kvinnur ❤ ✊
Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button