
Tíðindi
Heilsuhjálparafelag Føroya hevur verið á fundi á LO í Oslo
LO er størsti løntakarafelagsskapur í Norra, við yvir einari millión limum.
Samstarv er fingið í lag og vinarbond eru knýtt á hesum túrinum.
Roar Råken sum er leiðari fyri fyrisitingina í LO, skipaði fyri túrinum og hevði gjørt okkum eina skrá fyri dagin.
Vit møttu fyrst Iren Mari Luther, sum er leiðari fyri yrkisdeildina helse og sosial, sum greiddi frá teirra virksemi.
Aftaná tann fundin, var farið á fund í Sekretariatsalen, har Arvid Ellingsen serráðgevi á samfelagspolitisku deildini, hevði eina søguliga frágreiðing um LO, frá tí tað varð stovnað 1. apríl 1899 til dagin í dag.
Are Tomasgard næstformaður í LO, greiddi frá tí politiska arbeiðinum og Roar Råken greiddi frá sjálvum bygnaðinum í LO.
Væntandi koma nøkur av hesum fólkunum til Føroyar komandi ár.
Vit eru vælnøgd við túrin og hava knýtt bond frameftir, felagnum og limunum at frama.
Heilsuhjálparafelag Føroya




