Tíðindi

Heilsuhjálparafelag Føroya hevur verið á fundi við Ingilín D. Strøm landsstýriskvinnu

Heilsuhjálparafelag Føroya hevur verið á fundi við Ingilín D. Strøm landsstýriskvinnu í morgun.
Evnið var ásetingin í samgonguskjalinum: “Almenni arbeiðsmarknaðurin skal skipast soleiðis, at møguleikin at arbeiða fulla tíð kann tryggjast”
Ásannandi at flestu okkara limir arbeiða niðursetta tíð og stórt starvsfólkatrot er, er aðalmálið hjá felagnum, at teir limir, ið vilja arbeiða fulla tíð, sleppa tað.
Felagið fekk høvið til at vísa á nakrar av teimum strukturellu forðingum hjá heilsustarvsfólkum, at sleppa at arbeiða fulla tíð.
Á fundinum greiddu vit frá um ymisk arbeiðsamboð, ið kunnu nýtast, fyri at skipa ein betri arbeiðsdag. Spurningur er so, hvussu tað verður implementerað?
Ein góður fundur, har vit síggja fram til ta arbeiðið í landsstýriskvinnan kemur at fremja, fyri at møguleikin at arbeiða fulla tíð, kann tryggjast.
Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button