Tíðindi

Heilsuhjálparafelag Føroya, skipaði fyri álitisfólkaskeið 23. og 24. November.

Dagurin byrjaði við morgunmati. Síðani gjøgnumgekk forkvinnan semjuna, ið varð undirskrivað fyrr í ár og annars aðra viðkomandi kunning til álitisfólkini.

Bergtóra Høgnadóttir, hevði eina framløgu við heitinum, “ At brenna fyri – uttan at brenna út”.

Í hesum koronutíðum, har sálarheilsan og orkan hjá nógvum av okkara limum, hevur verið undir stórum trýsti, av broytta arbeiðsdegnum, ið hendan umfarssóttin hevur havt við sær, var hetta ein góð og viðkomandi framløga.

Jóladøgurðin varð bílagdur frá Anni’sa Gómakrás og sera vælsmakkandi.

Tær flestu av jólagávunum til limirnar, fingu álitisfólkini við sær og tað ið liggur eftir, fara vit á felagnum út við.

Fyri at halda almennu tilmælini, var skeiðið hildið yvir tveir dagar.

 

Heilsuhjálparafelag Føroya

 

 

 

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button