Heilsuhjálparafelag Føroya undirskrivar eftirlønaravtalu við Betri pensjón.
Á ársaðalfundið hjá Heilsuhjálparafelag Føroya íð var hildin á Hotel Hafnia í dag, var kunngjørt, at Heilsuhjálparafelag Føroya í gjár tann, 19.04.2013, undirskrivaði eftirlønaravtalu við Betri pensjón
Orsøkin til at Heilsuhjálparafelag Føroya valdi Betri pensjón, fram um Lív var, at Heilsuhjálparafelag Føroya ikki fekk eina eins góða eftirlønaravtalu sum onnur fakfeløg innan heilsuøkið, hava fingið við Lív.
Ása Holm, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, greiddi frá eftirlønaravtaluni sum felagið hevur undirskriva við Betri pensjón.
Millum annað, var nevndarval á skránni, har tveir nevndarlimir stóðu fyri vali, teir vóru Marjun Jensen, Tórshavn og Joan Eilin Johansdóttir, Strendur, ongin bjóðaði teimum av, so tær vóru afturvaldar, og halda báðar fram í 2 ár afturat.
Tiltakslimir vóru valdir.
Fyrst vald Jonna Petersen, Klaksvík, og næst vald Bergitta Hansen.
Nevndin skipar seg sjálv, fyrst í komandi viku.
Annars var tað ein góður og siðiligur fundur, Turið D. Hentze var fundarstjóri.