
Tíðindi
Heilsuhjálparafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið høvdu sín fjórða fund í vikuni.
Fundurin gekk væl, ymisk mál og sjónarmið vórðu havd á lofti, og í sini heild var talan um ein góðan fund.
Sáttmálin hjá Heilsuhjálparafelagnum gekk út 1. oktober í ár.
Partarnir hittust í oktober mánaði, har krøvini vórðu handaði.
Síðani tá hava tríggir fundir verið. Samráðingum líkt, tekur tað sína tíð, og hóast gott stev, eru partarnir ikki komnir á mál enn, men skulu hvør í sínum lagi kanna ymisk viðurskiftir til komandi fund.
Næsti samráðingarnarfundur verður 23. nov.