Tíðindi

Heilsuhjálparanæmingar á vitjan á felagnum

Í gjár var ein flokkur av heilsuhjálparanæmingum á vitjan á felagnum.

Forkvinnan greiddi frá endamálinum við felagnum, útbúgvingini, fyrimununum við at vera limur.

Góð uppmøting var og kjakið var lívligt og nógvir spurningar vendir.

Ein næmingur nevndi, at hon hevði eina fatan av, at mann verður ikki settur at arbeiða fulla tíð á eldraøkinum og tað er tíverri ein keðilig og røtt eygleiðing, og má hetta broytast.

Ein annar næmingur legði dent á, at fyri hana er tað ógjørligt at klára seg við minni enn fullari tíð. Tískil er hetta ein álvarslig áheitan á kommunur og politiska myndugleikan, at bera so í bandi, at starvsfólk fáa fulla tíð, ið ynskja tað.

Forkvinnan greiddi frá arbeiðnum, at heilsuhjálparanæmingar fáa løn undir útbúgving, og vildi hetta hjálpt um fíggjarligu korini  hjá næmingunum og viðført, at flokkarnir vórðu fullir aftur. Í verandi løtu, eru tað 14 næmingar í flokkinum, men pláss er fyri minst 20 næmingum.

Hetta er fyrsti fundur av hesum slag, og verður hetta eitt afturvendandi tiltak.

Felagið bjóðaði køkur frá Gómagott og ein goodie bag til allar ið møttu til fundin.

 

 

 

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button