Heilsuhjálparar uppá fulla tíð.
Heilsuhjálparafelag Føroya hevði fyri nøkrum mánaðum síðan fund við
Almannaverkið, Almannaráðið og Anniku Olsen landsstýriskvinnu í Almannamálum.
Tann fundurin snúði seg um, at Heilsuhjálparar sum ynskja tað, skulu sleppa uppá fulla tíð og somuleiðis arbeiða 8 tíma vaktir so sum sáttmálin sigur.
Vit vístu á fundinum á at ongin kann liva av at arbeiða hálva tíð, eisini vístu vit á at ein ikki kann spara upp til eina veruliga eftirløn, við at arbeiða 25 til 30 tímar um vikuna.
Vit vístu somuleiðis á trupulleikan, í fleiri økjum har limirnir eru ónøgdir við at teir bara fáa 5 til 6 tíma vaktir, hetta ger at ein noyðist so nógvar dagar til arbeiðis fyri at dekka seg inn og tá vikan er av, gevur tað ov lítið av tímum.
Vit hava eisini mammur í hava børn sum eru ansaði á stovnum og vilja tær tí arbeiða meðan børnini eru í ansing, onkra mammur arbeiða frá kl. 08 til 13.00 tá má ein gjalda til stovnin fyri heilan dag.
Størsti trupulleikin hjá okkara limum er at tey ikki fáa nokk av arbeiði.
Vit vóru aftur á fundi við omanfyri nevndu tann 5 juni, tað sum kom burturúr tí fundinum var at Almanna verkið skal senda spurnablað til limirnar fyrru helvt av september, fyri at kannað hvussu nógvir limir ynskja at koma upp í tíð.
Á sama fundi tann 5 juni,var eisini tosað um sparingarnar á Tjarnagarði, vit vístu á, at vit ikki kunnu góðtaka at limir verða sett úr 7 tíma vaktum, niður í 6 tíma vaktir.
Á fundinum gjørdi Petra J. Joensen stjóri í Almannaverkinum okkum greitt, at tað er virkandi leiðarin á stovninum sum á Tjarnagarði sum hevur ábyrgd av tímatalinum hjá starvsfólkunum. Tí sendi felagið skriv til virkandi leiðaran á Tjarnagarði um at, hetta at seta limir niður í tíð er greitt brot á sáttmálabundin rættindi – og tað kunnu vit ikki góðtaka.
Trætan á Tjarnagaðri er ikki av, vit fara í dag at hava fund við starvsfólkini á Tjarnagarði um trupulleikan og hvørji tiltøk við møguliga skulu seta í verk.
Vit hava ein sáttmála og hann noyðist Almannaverkið at halda.
Ása Holm, forkvinna