Nógvar broytingar í Eldradeplinum!
Tann 8. juli 2013 fór stjórin á Almannaverkinum, Petra J. Joensen, úr starvið og Aðalstjórin í Almannamálaráðnum, Eyðun Mohr Hansen, røkir fyribils stjórastarvið í Almannaverkinum.
Í síðstu viku fór so leiðarin í Eldradeplinum, Gunnleyg Durhuus úr starvið, samstundis sum eldraøkið nú er lagt undir Menningardepilin.
Í dag, 9. september 2013, eru 9 fólk í umsitingini hjá Almannaverkinum søgd úr starvi.
Sáttmálin hjá Heilsuhjálparafelag Føroya sigur í § 2 stk. 3 undir; Skyldur o,a,
Leiðslan hevur skyldu til at upplýsa Heilsuhjálpara¬felag Føroya um broytingar í arbeiðsviðurskiftum og útbúgvingar¬viðurskiftum, og gera hesar aftaná samráðingar við felagið. Tá ið avgerðandi broytingar verða gjørdar í arbeiðsgongdini ella umsitingini á einum stovni, skal starvsfólkið hava boð um hettar í góðari tíð fyri at fáa høvi til at vera við í tilrættaleggingini.
Heilsuhjálparafelag Føroya er ikki kunna um hesar umfatandi broytingar í leiðsluni á Almannaverkinum.
Heilsuhjálparafelag Føroya hevur tí vent sær til Eyðun Mohr Hansen, virkandi stjóran í Almannaverkinum,
og biði um fund fyri at fáa greiðu á hvussu hettar kemur at ávirka limirnar í Heilsuhjálparafelag Føroya.
Vegna
Heilsuhjálparafelag Føroya
Ása Holm, forkvinna