Tíðindi

Heilsuskúli Føroya sum sjálvstøðugur skúli

Fantastiskt at hoyra í útvarpinum í morgun, at Mentamálaráðið hevur slept ætlanini við bygnaðarbroytingunum í Hovi, at leggja Miðnámsskúlan og Heilsuskúlan saman.

Tað var jú Heilsuhjálparafelag Føroya við Ásu Olsen sum forkvinnu, ið gjørdi tað størsta arbeiðið, at fáa útbúgvingarnar settar á stovn í Føroyum og hevði tað verið eitt bakkast fyri skúlan, um hann var lagdur saman við Miðnámsskúlanum. Skúlin hevði mist sín samleika og eru hetta tvær heilt ymiskar útbúgvingar.

Við heilsuhjálparaútbúgvingini hava limirnir í felagnum flutt seg frá at vera ófaklærdir, til at fáa sín egna fakliga samleika.

Heilsuskúli Føroya hevur í dag ein vælvirkandi leiðara, eina vælvirkandi fyrisiting til júst hetta slag av útbúgving og ein vælvirkandi starvsfólkahóp, við serkunnleika til júst hesar útbúgvingar.

Tað er at fegnast yvir, at politiska skipanin, í hesum førum Mentamálaráðið, tók sjónarmiðini til eftirtektar, ið hoyringspartarnir hava ført fram í hesum álvarsmálið.

Tað er nú okkara vón, at Heilsuskúlin fær frið, at virka sum sjálvstøðugur skúli sum tað allatíðina var ætlanin.

Heilsuhjálparafelag Føroya

Mary Antonsdóttir, forkvinna.

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button