Tíðindi

Helen Eriksen, Frá forráðan og sjúkramelding til trivna og eitt sunt arbeiðsumhvørvi

Helen Eriksen, er fødd í 1962, útbúgvin Cand,Psych og Akademiøkonom. Hon starvast í dag sum arbeiðspsykologur, har dentur verður lagdur á trivna, broytingartilgongdir og fyribyrgjan av strongd.

Helen heldur fyrilestrar bæði innan – og uttanlands. umframt hetta, ráðgevur hon størri og smærri privatum og almennum fyritøkum í Danmark, Schweiz og Týsklandi.

Hon er rithøvundur og hevur skrivað fleiri bøkur um arbeiðsgleði, betri meining og um, at broytingar ikki spyrja um loyvi, men tær henda bara og um trivna.

Hon stovnaði Eriksen Istitute á Sandagergaard fyrst í 2014, aftaná at hon í fleiri ár hevði rikið egi sálarfrøðiligt virki í Aarhus. Á Sandagergaard bjóðar hon fram eina rúgvu av skeiðum innan fyribyrging av strongd, tilvitskapan og heilsufremjan. Hon bjóðar somuleiðis skeið innan  trivnaðar coach- útbúgving fyri starvsfelagaðar, leiðarar og privat fólk. Umframt hetta, bjóðar hon ráðgeving og choacing til ymisk endamál.

Helen Eriksen arbeiðir altíð fyri, at halda seg væl dagførda í mun til granskingar vitan. Í løtuni er hon undir útbúgving í MBSR (mindfulness baseret stress reduktion) á universitetinum í Aarhus í samstarvi við University of Massachussets umframt í vælvirkandi (holistisk) heilivág í USA.

Helen Eriksen eigur tvey vaksin børn og er hennara maki arkitekturin og listamaðurin Thomas Christoffersen.

Ráðstevnan verður 27. oktober. Keyp atgongumerki á https://www.nlh.fo
Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button