Tíðindi

Hvussu kunnu vit í felag útvega fleiri starvsfólk til eldraøkið?

Heilsuhjálparafelag Føroya vil, at útbúgvingarleisturin verður broyttur, frá verandi skipan, har heilsuhjálparanæmingar fáa studning, til at fáa løn undir útbúgving.

Eitt av okkara valynskjum var nevniliga, at núverandi heilsuhjálparaútbúgving við studningi verður broytt til løn undir útbúgving. Tað er ein sannroynd, at fólk aftra seg við at taka útbúgvingina, og ikki er tað altíð tað geografiska, sum spælir inn, men meiri tann fíggjarligi parturin.
Okkurt munagott má gerast fyri at venda gongdini, so vit fáa fleiri starvsfólk at starvast innan eldraøkið. Nú er nokk tosað og fundast, og her má handling til.
Vit samanbera okkum ofta við okkara grannalond, og hava danskar kommunur í nógv ár sett næmingar í starv, og hava hesir fingið løn í útbúgvingartíðini. Hetta má eisini verða framtíðin heima hjá okkum. Hetta hevði ført við sær, at vit fingu eina størri tilgongd av heilsuhjálparanæmingum, ið er okkara framtíðar tilfeingið.
Sum nú er, verða tveir flokkar útbúnir árliga, og eru flokkarnir ikki fullsettir.
Heilsuhjálparafelag Føroya hevur havt fund við størru kommunurnar og Mentamálaráðið, og er okkara uppskot væl móttikið, men tað, sum er umráðandi, er, at man byrjar at handla.
Støðan á eldraøkinum er ikki góð.

Sambært okkara hagtølum yvir limir, ið eru skrásettir í okkara limaportali, vísa tølini, at av 650 skrásettum limum, eru 287 ófaklærd og 363 faklærd. Tað, sum eisini er vert at leggja til merkis, er, at av hesum 650 limunum eru 338 starvsfólk millum 51 og 67 ár, og 48 starvsfólk yvir 68 ár.
Spurningurin er síðan, hvat man ætlar?
Tá vit høvdu fund við politisku umboðini í samband við løgtingsvalið í summar, vóru øll samd um, at nakað má gerast, og tí undrar tað okkum, at eingin av hesum røddum eru at hoyra, nú valið er av. Allir flokkar høvdu eina greiða meining um, at tað at fáa løn undir útbúgving er ein gongd leið, og har vóru fleiri umboð, ið bæði eru vald í kommunustýri og løgting.
Vit meta, at tað vera neyðugt, at land og kommunur seta seg saman og finna ein leist, sum kann nýtast til at geva fólki løn undir útbúgving – hetta so, at nakað munagott kann henda á økinum. Tað eru nógvir mátar, ið hetta kann skipast eftir, og hví ikki hyggja eftir verandi skipan og vita, um tað er møguligt at samskipa verandi skipan við studningi við, at kommunurnar fíggja ein part, og landið ein part.

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button
Close