Í hond og ond
Í hond og ond
– almenn ráðstevna um sálarheilsu á arbeiðsplássinum.
Hósdagin, 27. oktober, setir Heilsuhjálparafelag Føroya sjóneykuna á sálarheilsu á
arbeiðsplássinum. Tá skipar felagið fyri almennari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, har
leiðandi serfrøðingar og lyklapersónar í føroyska og danska heilsuverkinum fara at viðgera
evnið og siga sína erligu hugsan um tað.
Arbeiðsplássið er ein týðandi táttur í lívi okkara. Gera vit upp, nýta vit meiri tíð upp á tað
enn upp á familjuna. Umstøðurnar á arbeiðsplássinum skulu tí vera góðar. Vit skulu hava
nøktandi løn, hóskandi amboð og passandi arbeiðætlan og allar hinar fyriskipanirnar.
Men hvussu við tí sálarliga? Spyr nakar, hvussu vit eginliga hava tað?
Ráðstevnan tekur fatt upp á spurningin. Ásannandi, at vit øll skulu renna skjótari og skjótari
og fáa meira og meira burtur úr hvørjum tíma – satt at siga skulu vit pressa sitrónina í botn
– so er tíð upp á at viðgera hann.
Í hond og ond er heitið á ráðstevnuni, vísandi til at tað fysiska og psykiska má fylgjast at fyri
at skapa góð arbeiðspláss.
Ráðstevnan viðger sálarheilsuna hjá teimum, sum starvast á heilsu- og vælferðarøkinum í
Føroyum, men sálarheilsa nemur okkum øll, og tí eru øll vælkomin. Heilsustarvsfólk, leiðarar,
politikarar, arbeiðstakarar, arbeiðsgevarar og hvør tann, sum áhuga hevur fyri evninum.
Leiðandi serfrøðingar leggja fram um gransking, fakliga viðurkenning, trivnað, álit, sjúkradagar,
samstarv og onnur evni, sum troka á.
Lyklapersónar í føroyska og danska heilsuverkinum og politikarar greiða frá visiónum sínum
á eldraøkinum og viðgera samskapan og felagsskap.
Í hond og ond er funnin fressur til at fáa eitt grundleggjandi innlit í sálarheilsu, til at skerpa
síni fakligu kynstur og til at netverka. Við tónleiki og góðum mati afturvið.
Atgongumerki til ráðstevnuna kunnu keypast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum,
www.nlh.fo.
Kostnaðurin er 500 krónur. Limir í Heilsuhjálparafelagnum rinda 250 krónur