Tíðindi

Kunning

Limir hava vent sær til felagið, nú Føroya Pedagogfelag hevur lýst verkfall.

Limirnir eru í iva um, hvat teirra uppgáva er undir verkfallinum.

Hartil er at siga, at limirnir í Heilsuhjálparafelag Føroya bert skulu arbeiða tær vaktir, teir eru settir til, áðrenn verkfallið bleiv lýst.

Sostatt skulu limirnir ikki átaka sær aðrar uppgávur, enn teir høvdu, frammanundan verkfallinum.

Heilsuhjálparafelag Føroya hevur noktað sínum limum at taka upp verkfalsrakt arbeiði.

Heilsuhjálparafelag Føroya

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button