Starvsfólkatørvur til og við 2015
Virksemið hjá Nærverkinum broytist nógv komandi árini. Stovnurin fær nógv fleiri eldri og óhjálpin sum brúkarar. Nýggjar tænastur verða møguliga lagdar afturat, aðrar verða broyttar. Nærverkið missir samstundis nógv starvsfólk komandi árini, m.a. tí nógv fara frá fyri aldur.
Limir í Heilsuhjálparafelagnum – skiftir eftir aldri
Nærverkið hevur tí ynskt at fáa gjørt eina støðumynd, sum vísir, hvussu starvsfólkatilfeingið hjá stovninum er nú, hvussu tørvurin verður fram til 2015, hvussu tilgongdin kann væntast at verða frá teimum vanligu útbúgvingarstovnunum og frá arbeiðsmarknaðinum annars, og hvørjar loysnir og tiltøk, Nærverkið kann umhugsa at brúka fyri at fáa nóg mikið av skikkaðum starvsfólki.
Sp/f Damco hevur gjørt greiningarnar. Við støði í tilfarinum frá teimum hevur Sp/f Tróndur Djurhuus skrivað frágreiðingina. Nærverkið hevur ábyrgdina av innihaldinum.