Tíðindi

Mary Antonsdóttir, forkvinna heldur røðu 1. mai 2020

Góðu áhoyrarar!

Í dag er Fyrsti mai, og okur standa saman!

Eg vil byrja við at takka fyri, at verða biðin at halda røðu her í dag.

Altjóða arbeiðaradagurin verður hildin í nógvum londum, og er hesin dagurin stríðsdagurin hjá arbeiðararørsluni, og eisini dagurin, har okur minnast okra sigrar.

Tann fyrsta mai 1890 fóru verkafólk í ymiskum londum fyri fyrstu ferð á gøturnar at gera vart við síni rættindi og arbeiðskor, og hevur dagurin verið hildin síðan. Í Havn byrjaði Havnar Arbeiðsmannafelag at skipa fyri 1. maidagshald í 1962, og tað hevur felagið gjørt síðan.

“Ger tínar skyldur og krev tín rætt!”

Hesi eru orðini, ið danska fakfelagsrørslan fór at brúka heilt afturi í átjanhundraðtalinum. Eg umboði Heilsuhjálparafelag Føroya, og standa okur heilsuhjálparar og hjálparfólk við síðuna av tykkum arbeiðarum, og siga tað sama, sum hevur ljóðað hesi stórt hundrað árini!

Ja: “Ger tínar skyldur og krev tín rætt!”
Orðini geva serliga meining í hesum døgum, nú allur heimurin er raktur av farsótt, og starvsfólk okra gera manngarð um okra gomlu og veiku!
Okur fara til arbeiðis, meðan meginparturin av samfelagnum heldur seg heima. Okur taka tøk 365 dagar um árið og 24 tímar um samdøgrið. Og fyri hetta krevja okur okkara rætt! Okur krevja, at okra sáttmáli við arbeiðsgevarar verður hildin!
Men hví krevja okur? Ein skuldi hildið, at eftir 130 ár við eini virknari arbeiðarafjøld, so var tað ein sjálvfylgja, at okra sáttmálar verða hildnir, og at einasta stríðið, okur hava, er triðja hvørt ár við samráðingarborðið.
Men so er tíanverri ikki!
Okur forkvinnur og formenn í fakfelagsrørsluni kunnu samtykkjandi siga tað sama: Dagliga mugu okur krevja, at sáttmálin verður hildin. Tað er nógv fyri!

Sum forkvinna fyri einum fakfelag, har 95% av limunum eru kvinnur, kann eg bara ásanna, at fyri okum er mangt at tríva í ein slíkan dag sum í dag.

Í sambandi við løgtingsvalið í fjør gjørdi felagið nógv fyri at vísa á umstøðurnar hjá fólkum, ið arbeiða á eldraøkinum – umstøður, ið enn ikki eru nøktandi. Eg kann nevna hesi ynskini, sum okur høvdu:

Løn undir útbúgving.

Rættin at arbeiða fulla tíð.

Fleiri hendur.

Og styttri arbeiðsviku.

Í 2001 varð Heilsuskúli Føroya settur á stovn. Tey fyrstu árini fingu nógvir næmingar prógv á skúlanum. Gleðiligt!

Men nú, nítjan ár seinni, er tilgongdin av næmingum minkað nógv – sjálvt um landsins tørvur á røktarstarvsfólki er vaksandi.

Um mann hevði gjørt sum í Danmark, har næmingarnir fáa løn undir útbúgving, høvdu fleiri fólk kunnað farið á heilsuskúla.

Sjálvandi er løn undir útbúgving ikki nokk, tí í dag hava fólk fleiri og gyltari møguleikar enn fyri 19 árum síðan. Tá ið okur velja at taka eina útbúgving, hyggja okur jú eisini eftir møguleikunum at kunna forsyrgja okum sjálvum.

Sum støðan er á eldraøkinum í dag, har einans umleið 10% av starvsfólkunum sleppa – ella orka – at arbeiða fulla tíð, sigur tað seg sjálvt, at tað er trupult at fáa nakran ungan at velja eina útbúgving, sum hesa. Tí má tað verða eitt krav, at øll, ið ynskja at arbeiða fulla tíð, fáa møguleikan fyri tí – og at arbeiðsumstøðurnar verða soleiðis, at fólk orka tað í longdini!

Ein teirra, sum stovnaði danska javnaðarflokkin, Louis Pio, ynskti í 1872, at arbeiðskorini hjá kvinnum og børnum á donskum verksmiðjum skuldi betrast. Fyrimunurin fyri arbeiðsgevaran við at hava kvinnur og børn at arbeiða fyri seg á verksmiðjum, var, at tey fingu minni løn enn vaksnir menn.

Fyri okum er hetta púra óhugsandi, men avleiðingin fyri Louis Pio var, at hann bleiv settur í geglið í 3 ár, bara tí hann royndi at betra um arbeiðskorini hjá kvinnum og børnum.

Arbeiðsmarknaðurin er lukkutíð nógv broyttur, men enn sær tað út sum, at kvinnufakini ikki verða vird. Vit síggja slagorð sum til dømis, at kvinnustríðið er av. Men er tað veruliga av, tá ið nógvar kvinnur ikki hava møguleika at fáa eina inntøku, ið javnsetur tær við menn? Kvinnurnar í okra tíð koma enntá at hava lægri pensjón og harvið minni at liva av, tá tær fara frá fyri aldur.

Góðu áhoyrarar!

Áhaldandi uppliva okur, at arbeiðsgevarar vilja broyta okra sáttmálar til tað verra. Millum annað við at broyta og avtaka fasta samdøgurðsbýtið, sum er 8 tímar arbeiði, 8 tímar frítíð og 8 tímar hvíld.
Eitt annað, ið eg mangan hoyri, er, at fólk ikki megna at arbeiða fulla tíð á eldraøkinum, tí at arbeiðsbyrðan er alt ov tung. Røktarfakið er so krevjandi, at fólk orka simpulthen ikki at arbeiða fulla tíð!

Men hví fær mann so ikki fleiri hendur í røktina? Tá høvdu fleiri megnað at arbeitt fulla tíð. Ella enn betri: Hví setur mann ikki arbeiðsvikuna niður á 35 tímar – eitt ynski, ið okur hava víst á í fleiri umførum? Øll vita, at tá ið tú arbeiðir allan sólarringin slítist tú skjótari bæði likamliga og sálarliga, og tað má mann kompensera fyri!

Føroyar eru í kreppu, og okur vita ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða. Men eitt er vist, og tað er, at um verkamannafjøldin ikki tók saman hendur og stríddist í hesum døgum, hevði alt steðgað upp, og tað hava okur øll nú prógvað bæði fyri politikarum og arbeiðsgevarum!

Vanliga eru røktarstarvsfólk, reingerðarfólk, køksfólk, flakafólk, handilsfólk og onnur ikki høgt í metum í gerandisdegnum. Men nú, kreppan hevur rakt land okra og allan heimin, eru tað nettupp hesi menniskju, ið standa í frontlinjuni og eru krumtappurin í samfelagnum. Nú eru tey hetjur! Og tí er tað sjálvsagt, at rætta virðið á hesum starvsfólkum verður ásett, tá ið farsóttin fjarar av.
Ja: “Ger tínar skyldur og krev tín rætt!”

Okur útinna okra skyldur dagliga, og tískil krevja okur eisini okra rætt! Lat tað ikki bara vera tóm, rósandi orð, okur koma at hoyra aftaná! Lat tað verða sannar rósandi, viðurkennandi gerðir, har lønin og arbeiðskorini samsvara við gerning okra 24 tímar um samdøgrið og 365 dagar um árið – ár eftir ár!

Góðan 1. mai!

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button