Tíðindi

Vit eita Daysy, Hennvá, Mildrið og Karin.

Vit eita Daysy, Hennvá, Mildrið og Karin.

Vit eru heilsuhjálparar og arbeiða í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy, útiøkið á Tvøroyri ( toymi 1).

Tann 13. mars broyttist okkara arbeiðsdagur orsaka av Corona. Vit blivu deildar í tvey toymir, arbeiðsætlanin bleiv broytt, og arbeiða vit nú aðruhvørja viku 3 dagar og aðruhvørja viku 4 dagar. Vit máttu ikki longur møtast í bólkahølinum, bert ein í senn, og skulu vit spritta alt av minst tvær ferðir um dagin. Vit halda, at tað hevur gingið gott at halda seg til strongu reglurnar, men tað hevur verið sera strævið, serliga í byrjanini, og tað bleiv hugsað nógv um hetta við smittuni, og hevur mann eisini verið bangin fyri, at mann skuldi hava smittuna uttan at vita tað, og bangin fyri at bera smittuna inn til okkara eldru borgarar. Fleiri av okkara eldru borgarum hava verið stúrin og bangin, onkur hevur ikki ynskt vitjan hesa tíðina, tí tey vóru bangin fyri at fáa smittuna. Vit hava roynt at hildið okkum í góðum hýri, og tað hevur smittað av uppá okkara eldru borgarar, tað er jú ikki bara Corona sum kann smitta, tað ger smíl, gott lag og látur eisini. Vit hava yrkt ein sang um at spritta, sum vit mangan syngja tá vit koma inn til okkara eldru borgarar.

Okkara privata og sosiala lív hevur eisini verið nógv ávirkað, hetta tí at vit hava næstan bara arbeitt og síðani sitið heima, og keypt inn eisini. Onkur hevur brúkt frítíðina at mála heima, og onkur hevur næstan vaskað húsini á hol, annars hava gongutúrarnir í náttúruni verið fleiri hesa tíðina.

Vit gleða okkum til alt blívur “normalt” aftur, so vit aftur kunnu geva okkara eldru borgarum eitt klemm, sita tætt og taka í hondina á teimum. Eisini sakna vit hinar starvsfelagarnar, at møtast til kaffi, og aftur at hava bindiklubb í bólkahølinum. Eitt sum vit eru sera glaðar fyri í hesum tíðum, og tað er at vit hava fingið gávueskjur við nógvum lekrum í, bæði frá leiðsluni og fleiri kommunum í oynni, og tað fløvar, at tað verður hugsað um okkum.

#samanhvørsær

Corona sangur

 

 

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button