Mikudagin 2. oktober 2019 verður skeið um Eldrarøkt-harðskap & seksualitet. Skeiðið er fyri limir í Heilsuhjálparafelag Føroya.
Mikudagin 2 oktober 2019 verður skeið um Eldrarøkt- harðskap & seksualitet. Skeiðið er fyri limir í Heilsuhjálparafelag Føroya.
Skeiðið byrjar kl. 14 til kl 17 og er í ØSTRØM, Skálatrøð 18, 100 Tórshavn.
Eldrarøkt – harðskapur & seksualitetur
• Hví er harðskapur ein avbjóðing í eldrarøkt?
• Hvussu kunnu vit fyribyrgja harðskapi?
• Hvussu er seksualiteturin hjá okkara eldru borgarum?
• Hví gerst seksualitetur oftani ein avbjóðing í eldrarøktini?
• Demens & seksualitetur
• Er relatiónsarbeiði neyðugt í eldrarøkt?
• Kann relatiónsarbeiði fyribyrgja avbjóðingum í mun til bæði harðskap og seksualitet?
Ætlanin vð skeiðinum er, at luttakarin fær eina breiðari og betri vitan, hvussu harðskapur kann fyribyrgjast og skiljast. Harumframt er endamálið, at luttakarin fær eitt betri innlit í mun til seksualitetin hjá okkara eldru borgarum.
Skeiðshaldari er Erling Fles løggildur sálarfrøðingur & serútbúgvin kognitivur atferðarterapeutur
Tilmelding fer fram á hhff@hhff.fo ella á tlf. 317725
Kostnaðurin er 150 kr og upphæddin skal flytast á konto 9870-9990993 í Suðuroyar Sparikassa.
Heilsuhjálparafelag Føroya