Tíðindi

Nógv bíligari at stytta arbeiðsvikuna í 37 tímar

Nettokostnaðurin av at stytta arbeiðsvikuna á almenna arbeiðsmarknaðinum niður í 37 tímar er 104 mió, og ikki 750 mió, sum politiski myndugleikin áður hevur spátt.

Á tíðindafundi í Smæruni í dag varð kanning løgd fram av fyrimunum og kostnaðinum við at stytta arbeiðsvikuna til 37 tímar. Kanningin vísti, at ein styttri arbeiðsvika hevur við sær minni strongd, færri sjúkradagar og økta lívsgóðsku. Hetta eru ágóðar hjá samfelagnum, sum undirstrika, at tað er neyðugt av álvara at taka málið at stytta arbeiðsvikuna upp til kjak.

Tað eru Jan Otto S. Holm, búskapar- og fíggjarfrøðingur, og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, ið hava gjørt kanningina “37 tíma arbeiðsvika, fyrimunir og vansar” fyri átta fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum. Fakfeløgini handan kanningina eru Fakfelagssamstarvið og Heilsuhjálparafelag Føroya og Heilsurøktarafelagið.

Fakfeløgini handan kanningina fegnast um, at umleggingin er somikið nógv bíligari enn áður spátt, og heita tí á politiska myndugleikan at stytta arbeiðsvikuna við lóg skjótast til ber, soleiðis at almennu Føroyar gerast meira kappingarførar í hørðu kappingini um arbeiðsmegi.

Kanningin byggir á umfatandi talgrundarlag á 5.630 løntakarum, av hesum starvarst 4.448 hjá landinum og 1.182 starvast innan kommunala økið.

Talgrundarlagið tekur hædd fyri, í hvønn mun løntakararnir eru mánaðarløntir og í hvønn mun teir eru tímaløntir.

Ein greining av arbeiðsbrotinum vísir, at teir 5.630 løntakararnir svara til 4.386 ársverk, har 3.904 ársverk eru mánaðarlønt og 482 ársverk eru tímalønt. Við støði í talgrundarlagnum, eru lønar- og skattatøl hjá teimum 5.630 løntakarunum roknað út.

 

Løntakarar 5.630
Ársverk 4.386
Mánaðarlig lønarútgjalding Kr 134.479.851
Árlig lønarútgjalding Kr 1.613.758.216
  Árligur landsskattur Kr 223.070.231
  Árligur kommunuskattur Kr 292.286.107
  Heilsutrygd, ALS, AMEG o.o. Kr 111.681.957
Skattir og avgjøld árliga Kr 627.038.295

Talva 3: Lønar-, skatta- og avgjaldstøl

Kanningin greinar hvørja ávirkan ein stytt arbeiðsvika hevur á arbeiðs- og lønarviðurskiftini hjá teimum 5.630 persónunum í talgrundarlagnum.

Kanningin greinar hvørja ávirkan ein stytt arbeiðsvika hevur á arbeiðs- og lønarviðurskiftini hjá teimum 5.630 persónunum í talgrundarlagnum.

Verða útrokningarnar upproknaðar, so tær fevna um samlaða almenna arbeiðsmarknaðin, ið fevnir um 9.971 starvsfólk, er samlaði nettokostnaðurin 104,4 mió, áðrenn mulitiplikatorávirkan og onnur viðurskifti, sum lækka um samlaðu nettoútreiðslurnar.

Les alla kanningina her: https://issuu.com/nudlavirkid/docs/kanning_av_37_ti_ma_viku_issuu

Fakfelagssamstarvið: Akademikarafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsfelagið

Heilsurøktarafelagið

Heilsuhjálparafelag Føroya

 

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button