Norðoya Bú- og Heimatænastu søkir eftir frítíðaravloysarum til summarið
Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tann eldra borgaran, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.
Norðoya Bú- og Heimatænasta (NBH) sóknast eftir summarfrítíðaravloysarum fyri heilsuhjálparar til Heimatænastuna og allar búeindirnar, sum eru Norðoya Røktarheim, Heimið við Vágna, Sambýlið í Bøgøtu, Sambýlið á Heygnum og Norðoya Ellis- og Vistarheim.
Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:
– NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
– NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
– Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og vikuskiftum.
Førleikakrøv til størvini
• Útbúgving svarandi til fakbólkarnar, lýst verður eftir
• Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum
• Góð samstarvsevni
• KT-førleika á brúkarastøði
Vit kunnu bjóða
• Stórar fakligar avbjóðingar
• Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv
• Gott samstarv við onnur fakfólk
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála.
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær skrivstovuna hjá NBH, á tlf. 410000, yrkadagar millum kl 10-16 ella við telduposti til nbh@nbh.fo .
Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til størvini er á middegi, mánadagin 20. mars 2017.