
Tíðindi
Nú er møguleiki at lesa til heilsuhjálpara og heilsurøktara á Vinnuháskúlanum í Havn.
Heilsuskúli Føroya hevur í langa tíð arbeitt við at økja um tilboðini, innan heilsuútbúgvingar, sum Heilsuskúlin varar av. Tann 30. apríl góðkendi landsstýrismaðurin í mentamálum nýggju uppskotini hjá Heilsuskúlanum. Talan er um ein heilsuhjálparaflokk fyri førleikamett, sum partvíst verður í Havn og ein fleksleist fyri heilsurøktaralesandi. Báðir útbúgvingarleistir eru málrættaðar umsøkjarum, við arbeiðsroyndum.
Heilsuskúlin viðurkennir at støðan er trupul á eldraøkinum í føroysku kommununum, og ynskir í størri mun at verða við til at lyfta fakliga støðið. Heilsuskúlin hevur tískil lagt talrættis ein leist fyri heilsuhjálparalesandi, sum er mettur at passa til ein ávísan málbólk av starvsfólki, sum longu eru í økinum.
Tískil fer Heilsuskúlin nú undir at bjóða ófaklærdum heilsustarvsfólkum, sum eru yvir 25 ár og hava meir enn trý ára viðkomandi arbeiðsroyndir, at verða førleikamett og taka heilsuhjálparaútbúgvingina uppá 25 vikur. Undirvísingin verður blandað soleiðis: fjarundirvísing, og undirvísing á skúlabonki í Havn og á Heilsuskúlanum í Hovi.
Flokkurin verður staðsettur á Vinnuháskúlanum í Havn, tó at byrjan og endi á útbúgvingini verða á Heilsuskúlanum í Suðuroy, umframt ein vællærugreinavika. Útbúgvingin fyri førleikamettar heilsuhjálparar, byrjar í viku 32 í 2026 og endar í viku 4 í 2027.
Heilsuskúlin hevur fyribils bara lagt ein flokk tilrættis. Leisturin skal eftirmetast, tá fyrstu næmingarnir hava fingið prógv. Heilsuskúlin leggur dent á, at hetta í fyrstu atløgu er ein roynd, bæði fyri at síggja um leisturin gongur sum vænta, men eisini fyri at fáa staðfest áhugan og tørvin.
Í mesta lagið 26 næmingar kunnu verða upptiknir í flokkinum, og Heilsuskúlin setur sum minsta krav, at 20 næmingar søkja um upptøku fyri at flokkurin skal verða settur á stovn. Yvirlit yvir undirvísingar gongdina sæst í talvuni niðanfyri.


