Tíðindi
Parkinson Ballroom Fitness/dansur
Heilsuhjálparafelag Føroya og Parkinsonfelagið skipa fyri almennum tiltaki í Reinsarínum í Havn týskvøldi 25. september kl. 19.00.
Tiltakið er fyri parkinsonssjúklingar, avvarðandi, heilsustarvsfólk og annars øllum áhugaðum.
Danski instruktørurin Marianne Valentin, ið er útbúgvin í dansi fyri persónar við parkinson, undirvísir.
Tiltakið er alment, kostnaðurin er kr. 50,- og yvirskotið frá tiltakinum fer til Parkinsonfelagið.
Heilsuhjálparafelag Føroya og Parkinsonfelagið