Tíðindi

Pensjónsaldurin skal ikki hækka!

Pensjónsaldurin er aftur á breddanum, eftir at Búskaparráðið hevur lagt heystfrágreiðingina fram.

Skotið verður upp, at hækka pensjónsaldurin heilt upp til 72 ár, so skjótt sum vit klára tað, sigur formaðurin í Búskaparráðnum og hesum er landsstýriskvinnan í fíggjarmálum ikki avvísandi fyri.

Tað kann ikki verða rætt, at leggja eftir pensjónistunum, fyri at tryggja haldførið hjá landskassanum.

Røktarstarvsfólk eru ofta niðurslitin tá tey nærkast teimum 60 árunum og sambært yvirliti frá Betri Pensjón, eru tað her, at óarbeiðsførið oftast verður staðfest. Tað er kropsliga heilt tungt, at arbeiða við røkt, og nógv stríðast við rygg og mjadnatrupulleikum, orsakað av sliti og  nógvari tyngd gjøgnum árini.

Tískil er áheitanin frá Heilsuhjálparafelag Føroya, haldið fingrarnar langt vekk frá hækking av pensjónsaldrinum hjá okkara limum!

Tá fólk eru vorðin 67 ár, skulu tey sjálvi sleppa at avgera, hvørt tey vilja gevast og njóta sítt otium ella halda áfram at arbeiða!

Mary Antonsdóttir, forkvinna
Heilsuhjálparafelag Føroya

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button