Tíðindi

Pensjónscafé á Heilsuskúla Føroya

Pensjónscafé á Heilsuskúla Føroya.
Heilsuhjálparafelag Føroya hevur skipað fyri trimum pensjónscafékvøldum og var tann seinasta pensjónscafé’in á Heilsuskúla Føroya í gjár.
Væl av fólki møttu og var skráin rættiliga viðkomandi fyri øll.
Forkvinnan í felagnum Mary Antonsdóttir, bjóðaði vælkomin og síðani hevði Jan Otto Holm, búskaparfrøðingur framløgu um føroysku pensjónskipanina. Hann hevur gjørt útrokningar við støði í limaskaranum hjá felagnum og hvat hevur týdning fyri egna uppsparing.
Barbara Christiansen, pensjónsráðgevi frá Betri Pensjón greiddi frá um samansetingina av eftirlønaravtaluni millum felagið og Betri Pensjón.
Cafékvøldini eru ein liður í, at fáa limirnar tilvitaðar um egnu pensjóns- og fíggjarviðurskifti.
Høvið var at seta spurningar.
Eyðun Nólsøe setti dám á tiltakið við sínum sangi og spæli.
Heilsuhjálparafelag Føroya
Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button