Tíðindi

Regulering av eftirløn

Heilsuhjálparafelag Føroya hevur gjørt vart við á Starvsfólkadeildini hjá TK, at okkara limir í  kommununi, ið eru 67 ár og eldri og framvegis eru í starvi, ikki hava fingið sína eftirløn útgoldna, saman við lønini. Hesin skeivleiki er rættaður, so øll ið eru í starvi í dag, fáa eftirlønina útgoldna saman við lønini.

Tað snýr seg um eini 50 starvsfólk, sum fáa eitt útgjald einaferð tíðliga í komandi árið.

Ì nøkrum førum eru upphæddirnar omanfyri 100 túsund krónur,  nakrar upphæddir eru á 50 túsund, 20 túsund og heilt niður í 8 túsund krónur.

Orsøkin til, at tað hevur tikið rúma tíð, at útgjalda, sambært kommununi,er at tað skulu stórar útrokningar gerast, sum skulu eftirroknast og má atlit takast til, har upphæddirnar eru so stórar, at tær ikki koma at ávirka útgjaldið av fólkapensiónini.

 

Mary Antonsdóttir, forkvinna

Heilsuhjálparafelag Føroya

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button