Tíðindi

Røða í samband við prógvhandan í SALT 22. juni.

Góðu nýklaktu heilsuhjálparar!
Ein vanligur summardagur í Suðuroynni. Tórsdagur.
Tað kundi hetta verið. Men okur, sum eru saman í Salt beint nú, fara at taka hendan dagin heim við. Hesin dagurin fær serligt pláss. Okur fara at minnast hann, tá ið okur vakna í morgin.
Hví tað?
Jú, sjálvandi tí hesin dagurin í einum lítlum oyggjalandi í Atlantshavi upprunaliga var ein dagur, sum eingin væntaði sær nakað serligt av. Men so fall próvhandanin hjá tykum júst á hendan dagin. Dagurin bleiv hátíðardagur!
Tá ið summarið er runnið, og heystið togar okum niður aftur í okra natúrliga, melankolska huglag, fara okur enn at minnast dagin – tí hann stendur sum eitt skifti í tykra lívi. Og um eina løtu stíga tykur úr skúlaverðini inn ella út í veruleikan. Tykur fara úr einum rúmi inn í eitt annað. Tykur fara frá at vera ófaklærd til at vera faklærd.
Góðu øll somul – bæði heilsuhjálparar og nýklaktir námsfrøðihjálparar, ið her eru staddur!
Tykur hava nú fingið fakligan samleika. Hann gongur ongantíð út, men varir alt lívið. Til lukku við tí!
At fara um eina gátt merkir eisini, at dagurin er eitt farvæl. Tykur skulja siga skúlanum, lærarum og hinum næmingunum farvæl. Serlig vinabond eru knýtt, og er dagurin í dag tí eisini sorgblíður. Men sjálvandi gleðast tykur nú um ikki at skulja lata inn uppgávur longur – ella standa fleiri royndir!
Góðu heilsuhjálparar, sum je varði av sum forkvinna í Heilsuhjálparafelagi Føroya!
Je gleðist hvørja ferð, je síggi, at ein nýggjur flokkur fær prógv.
Men tað týdningarmesta, sum eg hugsi, er, at nú byrjar gerandisdagurin aftur hjá tykum – og rokni je við, at tykur øll hava fingið arbeiði, nú tykur eru liðug. Tí tørvurin er sera, sera stórur!
Sum forkvinna í Heilsuhjálparafelagi Føroya stríðist je fyri at fáa lønirnar upp á eitt virðiligt stig, og serliga nú prísirnir á gerandisvørum eru so nógv hækkaðir. Ongin livir av luft og kjerligheit; tað skulja pengar til alt!
Eitt annað, ið felagið hevur arbeitt nógv við, er, at heilsuhjálparanæmingar skulja fáa løn undir útbúgving. Tey, sum stýra beint nú, hava sett hetta kravið frá okum á skrá, og ivist je ikki í, at tað kemur at gera sítt til, at fleiri fara at útbúgva sje til heilsuhjálpara!
Óivað kenna tykur hugtakið “Heitar hendur”, tí ofta verða fólk, sum taka sær av gomlum og veikum, rópt tað. Altso: “Heitar hendur”.
“Heitar hendur” merkir, at mann gevur MEIRI enn bara røkt. Mann møtir einum menniskja, og mann ER eitt menniskja. Tað eru dukandi hjørtu inni í báðum menniskjum: Heilsuhjálpararanum og tí, sum tykur hjálpa!
Góðu tykur! Heitar hendur í hesum týdninginum hava tykur óivað. TÍ hava tykur valt júst hesa útbúgvingina. Men tykur eru nú eisini so nógv annað enn bert tvær heitar hendur og hjálpsom hjørtu. Orð skapa veruleika – júst hetta er vert at leggja sær í geyma! Heitar hendur avspegla nevniliga onga fakligheit, bert miskunnsemi og hugin at hjálpa, har sum tørvur er á tí.
Men við at umrøða okum sjálv sum heitar hendur, so tiga okur samstundis burtur vitanargrundarlagið; altso, at okur DUGA at veita RÆTTA umsorgan. Við tykra nýggju fakligheit fær borgarin ikki bara vælmeinandi røkt. Hann fær RÆTTA røkt og hjálp!
Verið tískil ikki bangin fyri at læra frá tykum, so tey ófaklærdu fáa lut í tykra vitan. Tað ger samstundis, at tykur halda tykum dagførd við tykra útbúgving. Vitanin varir longur, um tú gevur hana frá tær!
Og verið ikki bangin fyri at vísa ábyrgd og taka nýggjar uppgávur upp á tykum. Soleiðis vaksa og mennast tykur fakliga – og tá gerst tað alsamt áhugaverdari at arbeiða!
Alment verður sagt, at heilsuhjálparar veita røkt og umsorgan í ymsum høpi, herundir grundleggjandi røkt og palliativa røkt.
Sum heilsuhjálpari fert tú at arbeiða í tøttum samstarvi við ta fólkið, sum tú skal hjálpa. Tú er stuðlandi, stimbrandi og vegleiðandi, samstundis sum tú eygleiðir tekin og broytingar í heilsuni hjá hesum menniskjanum. Heilsuhjálparaútbúgvingin er ein breið grundleggjandi útbúgving, har tykur nú hava fingið eitt gott grundarlag at standa á og útføra hetta, sum eg nevndi.
Og okur øll fegnast um hvønn tann einasta nýklakta heilsuhjálparan. Samfelagið hevur stórliga brúk fyri tykum!
Tykur, sum ikki fara at lesa víðari, fara óivað út í arbeiðslívið ein av komandi døgunum. Minnist tá til alt, tykur hava lært, og lærið tykum beinanvegin ikki at ganga upp á kompromis við tykra nýggju fakligheit orsakað av tíðarneyð og høgum arbeiðstrýsti. Setið krøv og sigið frá yvir fyri arbeiðsgevaranum. Hetta við at innorðna sje og renna um kapp við klokkuna er ein farin tíð. Tað heldur tú ikki til í longdini!
Góðu tykur!
Ein kanning, ið varð gjørd millum ung í Føroyum millum 15 og 27 ár, vísir, at stórur partur av teimum ungu ynskja ósjálvsøkin og sosial arbeiðspláss. Altso arbeiðspláss, har fólk eru góð við hvørt annað!
75% av teimum, ið luttóku í kanningini, vísa á, at eitt tað mest umráðandi fyri tey er at hava ávirkan og gera mun við tí arbeiðinum, tey gera. Og 65% vilja sleppa til orðanna á arbeiðsplássinum. Tey ynskja sostatt at vera ein virkin viðspælari og verða spurd eftir, tá ið avgerðir verða tiknar.
Je gleðist um, at tey ungu serliga vilja starvast innan heilsuverkið og í sosialum fyriskipanum. Men spurnakanningin vísir eisini greitt, at tey ungu seta krøv um skipað viðurskifti. Hesum er tað harðliga brúk fyri!
Tað er onki at ivast í, at hvussu okur hava tað á arbeiðsplássinum, endurspeglar sje í, hvussu okur trívast í lívinum. Her hava bæði starvsfólk og leiðsla eina stóra ábyrgd. Okur hoyra nógv um, at tað er ringt at fasthalda fakfólkið innan eldraøkið, men tíbetur síggja okur ein bata hesum viðvíkjandi! Stríðið hjá okum loysir sje – men tað er eitt drúgt stríð, sum als ikki er liðugt enn!
Je skal runda av við at sitera danska heimspekingin, Knud Ejler Løgstrup:
“Tú hevur ongantíð við eitt annað menniskja at gera, uttan at tú heldur ein part av lívinum hjá viðkomandi í hondini: Antin við at taka hond um viðkomandi ella við at oyðileggja viðkomandi.”
Hetta eru sterk orð, men eisini sonn orð. Tí tað er veruliga umráðandi, tá ið tú kemur út millum tey gomlu, at tú arbeiðir sum eitt professionelt fólk.
Men hetta er sanniliga eisini galdandi fyri tey, sum eru tykra leiðarar! Teir skulja eisini vera professionellir og taka hond um tykum – um síni starvsfólk – og ikki lata tykum koma í støður, har tykur kenna tykum oyðiløgd og hvørki verða sædd ella hoyrd.
Sum forkvinna fyri heilsuhjálparar og hjálparfólk má eg sjálvandi nevna týdningin av at vera limur í fakfelagi. Fakfelagið er tykra rødd úteftir viðvíkjandi løn, útbúgving, eftirløn og arbeiðsumstøðum. Uttan fakfelag er eingin, ið kann verja tykum og krevja virðiligar umstøður. So veljið ongantíð fakfelagið frá!
Eg ynski tykum enn einaferð hjartaliga til lukku við útbúgvingini og blíðan byr, nú tykur fara um gáttina til framtíðina. Njótið henda vakra hásummardagin, sum er tykra hátíðardagur og byrjanin til nakað nýtt og ríkt.
Takk!
Og so skal je geva tykum eitt høvi til at klappa eina ferð afturat:
Tí eg ynski tykum eitt eyka til lukku við, at tykur eru slóðbrótarar, nevniliga teir fyrstu heilsuhjálpararnir, ið eru útbúnir eftir nýggja leistinum um førleikamenning! Flott klárað!
Hetta var tað 🙂 Stóra takk fyri!!!
Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button