Tíðindi

Samráðingar um løn undir útbúgving

So eru samráðingarnar skotnar í gongd við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Heilsuhjálparafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið og Føroya Pedagogfelag hava verið á samráðingarfundi til løn undir útbúgving, í dag, við KAF og FMR.

Fundurin í dag, var meira at meta sum hugarok, har fyrimunir, loysnir og vansar, vórðu umrødd, umframt sjálva lønina.

Enn eru ov nógvir leysir endar, sum t.d at fáa gjørt kunngerð, útbúgvingarsáttmála og ein leist fyri hvussu útbúgvingarnar skulu skipast og ta arbeiðið liggur hjá BUMR.

Næsti fundur er avtalaður at verða 10. juni kl 13 á Heilsuhjálparafelagnum.

Heilsuhjálparafelag Føroya

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button