
Tíðindi
Samráðingarfundur
Mánadagin 19. januar var samráðingarfundur millum Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um nýggjan sáttmálan. Sáttmálin gekk út 1. oktober 2025.
Næsti fundur verður 5. februar, tá arbeitt verður við einari møguligari semju.
Vit hava umrøtt tær stóru avbjóðingarnar, sum eru á umsorganarøkinum.
Heilsuhjálparafelagið hevur gjørt greitt yvir fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, at hetta er nakað ið neyðugt er at taka atlit til.
Heilsuhjálparafelag Føroya


