Tíðindi

Skeið í dysfagi

Ergoterapeutarnir á Landssjúkrahúsinum skipa fyri einum tvørfakligum skeiði í dysfagi 5. februar 2016.

Dysfagi er ein trupulleiki hjá bæði børnum og vaksnum við ymiskum sjúkum/breki.

Tað hevur leingi verið kunnugt, at ein stórur partur av apopleksisjúklingum hevur dysfagi, men nýggjastu kanningar í DK vísa eisini, at ein triðingur av sjúklingunum, sum verða innlagdir á sjúkrahúsi við lungnabruna hava dysfagi.

Dysfagi økir um vandan fyri mortalitet og morbiditet hjá fleiri sjúklingabólkum.

Dysfagi kann viðføra føðslutrot og skeiva føði, dehydrering, aspiration, at verða kvaldur og øktan vanda fyri aspirationspneumoni.

Vit hava fingið Dorte Melgaard, menningarterapeutur, master í rehabilitering og ph.d.lesandi, til Føroyar at hava skeið. Dorte hevur eina heimasíðu: www.dysfagi.org.

At hjálpa fólkum við dysfagi er ein tvørfaklig uppgáva. Tað er týdningarmikið, at alt tað tvørfakliga toymið, sum hevur ábyrgd fyri sjúklinginum/brúkaranum, hevur vitan um umráðið og kennir sín leiklut.
Innihaldið á skeiðnum:

  • Hvat er dysfagi?
  • Hvørjar fylgir hevur dysfagi?
  • Hvat gera vit við tað? (Sitistøða, kostur og munnrøkt)
  • Hvørja rollu hava teir ymisku fakbólkarnir?
  • Hvat gera vit í framtíðini?

Viðkomandi leinkjur: Tema um dysfagi í: Ergoterapeuten 05: 2015 og grein um Dorte Melgaard: http://www.etf.dk/ergoterapeuten/forebyg-dysfagi

Skeiðið verður í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum 5. febr. kl. 8.30 til 15.30.

Kostnaðurin er 400,00 kr. Tað verður borðreitt við morgunmati, løttum frokosti og seinrapartsdrekka.

Vinarliga boða frá luttøku í seinasta lagi 11. des. á lstorgt@ls.fo . Vinarliga viðmerk, navn, starv, arbeiðsstað og hvar rokningin skal sendast.

Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at ringja til Tórunn I. Guttesen, ergoterapeutur á tlf. 304599 lokal 5782.

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button