Tíðindi

Styrkið røktina


Styrkið røktina

Heilsuhjálparafelag Føroya hevur í dag handað Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum krøvini og vónar, at vit fáa skjótar og góðar samráðingar.

Ongantíð áður hevur okkara øki verið undir so stórum trýsti. Stóra starvsfólkatrotið og ivasamar normeringar gera, at røktin er beinleiðis hótt. Tí er vónin, at arbeiðsgevararnir eisini eru áhugaðir í at loysa avbjóðingarnar, og saman við okkum vilja styrkja røktina.

Týdningin av røktarøkinum í einum vælferðarsamfelag eru vit øll samd um. Okkara limir hava alstóran týdning. Tí er málið at fáa okkara limir at verða verandi á økinum og at fáa tey, ið arbeiða niðursetta tíð, at arbeiða fulla tíð. Men málið er eisini, at onnur velja økið til.

Seinast vit kannaðu, arbeiddu undir 4% av teimum, ið starvast innan okkara øki, fulla tíð, og miðallønin lá um 16.000 kr. um mánaðin. Hetta vísir, hvussu ringar arbeiðsumstøðurnar eru. Tí er tað eyðsýnt, at broytingar mugu gerast. Hetta vita vit, og hetta vita arbeiðsgevararnir.

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button